Fótbóltur

Luksemborgskt brotsspark og trýst

Vit eru aftanfyri 1-0 í steðginum eftir eitt brotsspark til Luksemborg í 12. minutti. Eitt brotsspark sum heimaliðið ikki misnýtti.

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2022-06-14 20:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Støðan er 1-0 til heimaliðið nú liðini eru farin til hálvleiks á Stade de Luxembourg. Og málið er komið á júst sama hátt, sum í dystinum á Tórsvølli fyri viku síðani.

Nettupp við brotssparki. Tað var Gunnar Nielsen, sum var óheppin og kom út ímóti Luksemborgskum-áleyparanum og gjørdi brotsspark móti honum.

Eitt brotsspark, sum Luksemborg ikki misnýtti.

Føroyska liðið hevur annars havt fleiri møguleikar og frálíkt trýst til tíðir.

- Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við at vit eru aftanfyri 1-0, men eg haldi at vit í verjuspælinum og álopsspælinum, serliga umstillingsspælinum, hava vit gjørt tað OK gott, segði Eli Hentze, hjálparvenjari, við Kringvarpi fyri lítlari løtu síðani.

Hann kundi eisini avdúka, at Jóan Símun Edmunsson kemur inn tíðliga í seinna hálvleiki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder