Hondbóltur

Lutakast klokkan 17: EM-lagnan verður greið í dag

Føroysku kvinnurnar eru í triðja styrkisbólki, nú tær skulu til triðja endaspælið á rað. Lutakastið í Póllandi kann stroymast - Portalurin hevur beinleiðis blogg.

Súna Krossteig Hansen og hinar kundu millum annað hugsa sær at sloppið undan Montenegro hesaferð. Lutakastið kann leggja lunnar undir eina spenanndi kapping í desember fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen og hinar kundu millum annað hugsa sær at sloppið undan Montenegro hesaferð. Lutakastið kann leggja lunnar undir eina spenanndi kapping í desember fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-16 08:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku kom 2. plássið í bólkinum uppá pláss, og eftir søguliga góða undankapping hevur nú bert verið eftir at fáa greiðu á hvar og hvørjum ímóti, Føroyar skulu spæla í desember.

Sí eisini: Føroyar skulu spæla EM-endaspæl í Póllandi, Kekkia ella Rumenia

Tá er EM-endaspælið á skránni. Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu aðru ferð á rað spæla eitt slíkt, og hetta er triðja endaspælið á rað, tær spæla seg til - HM 2025 var ímillum.

Hesaferð var tað sum heild sannførandi, hóast leikligar dalar, og tíðliga í kvøld er sjálvt lutakastið á skránni.

Greitt er, at Føroyar skulu til Kekkia, Rumenia ella Póllands. Sjálvt lutakastið verður í Katowice í Póllandi, og byrjar tað klokkan 17 føroyska tíð.

Føroyar eru styrkismettar í bólki trý av teimum fýra:

Pottur 1: Noreg, Danmark, Ungarn, Frakland, Svøríki, Niðurlond
Pottur 2: Týskland, Montenegro, Pólland, Rumenia, Spania, Kekkia
Pottur 3: Turkaland, Slovakia, Slovenia, Sveis, Eysturríki, Føroyar *
Pottur 4: Kroatia, Serbia, Ísland, Norður Makedónia, Ukraina, Grikkaland

* Man kann ikki trekkja lið úr egna potti

Fyrsti tankin man vera, at Føroyar skulu sleppa undan londum sum Kroatia og helst Serbia úr niðasta potti og sanniliga Týsklandi og Montenegri úr styrkisbólki 2. Øll lið í tí ovasta eru krútsterk, men tað er munur á at fáa serliga Svøríki og so Noreg ella til dømis Frakland.

Hetta var eisini nakað, sum Rakul Wardum var inni á í samrøðu við Portalin og FM1 mánadagin - hoyr hana her

Til ber at stroyma lutakastið á Youtube-síðuni hjá EHF - Vit leggja eisini lenkjuna út stutt áðrenn og hava beinleiðis blogg á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder