Hondbóltur

Lykladystur um fjórða plássið í Klaksvík í kvøld

Team Klaksvík kann í kvøld taka eitt risafet ímóti sínum fyrsta hálvfinaluplássi nakrantíð. Til tað krevst ein sigur á Neistanum - um teir blákløddu úr høvuðsstaðnum vinna, so er stríðið víðopið aftur.

Neistin og StÍF jagstra Team Klaksvík fyri at fáa fatur á seinasta hálvfinaluplássinum (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin og StÍF jagstra Team Klaksvík fyri at fáa fatur á seinasta hálvfinaluplássinum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-03 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari viku síðani basti Team Klaksvík StÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík. Við sigrinum eftir ein dramatiskan enda fingu klaksvíkingar luft niður til 5. plássi. StÍF er nú tvey stig aftanfyri og hevur eina á pappírinum truplari dystarskrá - StÍF er tó sterkari innanhýsis, ið verður avgerandi, um tað er ájavnt í stigum. Trý umfør eru eftir at spæla.

Liðið av vestara armi á Skálafjørðinum hevur sera týðandi dyst á heimavølli móti Neistanum, har tað - líkamikið hvt úrslitið verður í Klaksvík í kvøld - heldur lív í spenninginum.

Team Klaksvík kann annars við sigri á Neistanum í kvøld seta seg í eina frálíka støðu: So verða fýra stig niður til StÍF, ið umframt Neistan hevur KÍF og H71 eftir á skránni, og heili sjey stig niður til Neistan, sum í so fall so gott sum hevur útspælt sín leiklut, hóast liðið úr høvuðsstaðnum hevur leikt ein dyst færri enn Team Klaksvík og StÍF.

Tað var ein smeitur fyri Neistan at tapa við átta málum í Vestmanna sunnudagin, og við tí úrslitinum hevur VÍF so gott sum spælt seg í hálvfinalurnar. Neistin skal vinna í Klaksvík í kvøld, fyri at halda lív í vónini um eitt pláss millum tey fýra, sum seinni í mánaðinum fara at kappast um FM-heiti.

Team Klaksvík hevur vunnið báðar dystirnar í hesum kappingarárinum móti Neistanum - báðir vóru tíðiliga í kappingini og í báðum dystunum var javnt og fingu bæði liðini yvir 30 mál.

Harvið er lagt upp til ein ógvuliga spennandi dyst í Klaksvík í kvøld, nú teir á heimaliðnum tevja eitt søguligt hálvfinalupláss, meðan neistamenn jagstra.

Burn-deildin
Hósdagin 03.03

20.00: Team Klaksvík - Neistin

Stríðið um hálvfinaluplássini: 
3. VÍF 16 stig
4. Team Klaksvík 13 stig
5. StÍF 11 stig
6. Neistin 8 stig *

* Hava spælt 14 dystir - hini trý hava spælt 15. 18 umfør eru í grunspælinum

Rættað 15.20

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder