Fótbóltur

Maðurin við dystarmetinum er ikki við longur

Fróði Benjaminsen hevur boðað frá, at hann ikki spælir á landsliðinum longur.

2018-08-27 14:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá landsliðsliðsúttøka til komandi landsliðsdystirnar hjá fótbóltslandsliðinum var í morgun, bitu fleiri merki í, at Fróði Benjaminsen ikki var millum teir 23, sum koma at umboða Føroyar.

- Eg havi boða Lars Olsen frá, at eg ikki eri tøkur til landsliðið longur. Nú er tíð at lova teimum yngri leikarunum framat, sigur Fróði Benjaminsen við Portalin.

Fróði Benjaminsen er við sínum 94 landsdystum tann leikarin, sum hevur spælt flestar landsdystir fyri Føroyar. Hóast síni 40 ár er hann enn ein av stinnastu monnunum á besta liðinum hjá NSÍ. Fróði hevur spælt allar 20 dystirnar hjá NSÍ í Betri-deildini í ár, og er tann útileikari, sum hevur spælt næst flestar minuttir við sínum 1160 minuttum, vísa hagtøl hjá faroesoccer.com.

Umframt Fróða Benjaminsen eru Ari Mohr Jónsson, Patrik Johannesen og Jónas Tór Næs ikki við, vegna langtíðarskaðar.

Tveir sum eru við eftir at skaðar hava arga eru Kristian Joensen og Heini Vatnsdal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder