
Tað var ein sinnisrørdur Hákun West av Teigum, sum sást á sjónvarpsmyndunum stutt eftir seinasta bríksl í Lanxess-leikhøllini: Ein keddur og vónbrotin ungur hondbóltsspælari sum í sínari fyrstu Champions League-finalu var á tapandi liðnum.
Í fjør var tað móti Flensburg-Handewitt í European League-finaluni; hetta er næststerkasta evropeiska kappingin. Tá sat Hákun á bonkinum allar 60 minuttirnar, meðan Hans Lindberg spældi á høgra vongi.
Í dag spældi føroyingurin allar minuttirnar í álopinum hjá Füchse Berlin. sum var í fyrst Champions League-finalu felagsins. Sum fyrsta val á høgra vongi hjá týska høvuðsstaðarfelagnum hevur hann spælt sín leiklut í, at Füchse hevur vunnið týska meistaraheitið og spælt seg í Final Four.
Hákun West av Teigum hevur samanlagt skorað níggju mál - uppá ellivu skot - hallargólvinum í Köln um vikuskiftið. Ógvuliga
Hákun fekk i dag níggju skotroyndir og skoraði uppá sjey teirra. Eitt ógvuliga flott avrik í fyrsta slíka finaludystinum hjá 23-ára gamla føroyinginum; eisini tí at summar støður sanniliga ikki vóru heilt einfaldar at skora uppá, og tí tað ikki koyrdi serliga væl hjá annars vanliga vælsmurdu álopsmaskinuni.
Sí eisini: Hákun West av Teigum millum toppskjúttarnir í Champions League-finaluni
Magdeburg var meira á
Tað sást tíðliga í dystinum, at Magdeburg hevði eina týðiliga ætlan: Donsku bakspælararnir Lasse Andersson og Mathias Gidsel, serliga síðstnevndi, skuldu tálmast, Füchse og Gidsel skuldu ikki sleppa at renna kontra, og í álopinum skuldi spælast, so skikkað skot komu hvørja ferð.
Tað mesta hjá Magdeburg eydnaðist á degnum. Tað hjálpti kanska onkursvegna liðnum, at man hevði verið trýstir allan vegin móti Barcelona í gjár (31-30), meðan Füchse vann stórt á Nantes. Magdeburg vann eisini Champions League í 2023, við nógvum av somu spælarunum sum í kvøld, meðan Füchse var har fyri fyrstu ferð. Hesu bæði liðini stríddust eisini um týska meistaraheitið til tað síðsta. Tað at menninir hjá Bennet Wiegert gjørdist ov stuttir har, hevur kanska eisini gjørt liðið meira eldhugað.
Verjan við Magnus Saugstrup og Antonio Serradilla mitt fyri var stinn. Spaniólin var við at hava rímiliga gott tak á Gidsel, og hóast hann fekk reytt kort nakað inn í 2. hálvleik, komu Füchse ikki nærri enn trý mál. Hetta var eisini sanniliga Sergey Hernandez í málinum at takkað. Hann er eisini spanióli, og bjargaði Hernandez heili 18 skotum í finaluni (38,7 prosentum av skotum) Týsku meistararnir høvdu millum annað ógvuliga trupult at skora av strikuni.
Álopið hjá Magdeburg koyrdi heilt væl. Íslendingurin Gisli Kristjansson gekk á odda mitt fyri: Við ferð, óteljandi nærdystum, uppleggum og flest málum á vøllinum (8) Landsmaðurin Ómar Ingi Magnusson og serliga eisini sviin Felix Claar hjálptu til. Magdeburg vann mong brotskøst, og Dejan Milosavljev, sum stóð framúr væl fyri Füchse í hálvfinaluni í gjár, hevði onga bjarging í dag.
Tað sást hvønn veg tað bar, hóast Hákun West av Teigum eftir steðgin skoraði fýra ferðir, og Magdeburg vann við seks málum: Champions League til liðið í eystara parti av Týsklandi og silvur í Bundesliguni meðan tað var umvent hjá Füchse Berlin.
Champions League-finalan hjá monnum
SC Magdeburg - Füchse Berlin 32-26 (12-16)
Meira sæst HER
-----------------------------------------------------------
Hákun West av Teigum í Champions League-finaluni:
9 skot - 7 mál (78 prosent)
Ein álopsfeil "fyri"
Í hálvfinaluni í gjár var tað 2/2, og í skotum er tað harvið: 9/11 (81 prosent) fyri fyrsta Final Four-vikuskiftið hjá føroyinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald