Annað

Magnus Carlsen er heimsmeistari fyri tjúgundu ferð

Norðmaðurin vann finaluna í snartalvi í heimsmeistaraskapinum í Doha.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2025-12-30 20:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norðmaðurin Magnus Carlsen gjørdist í dag heimsmeistari fyri 20. ferð.

Tað hendi tá hann vann finaluna í snartalvi í Doha, har hann vann móti Nodirbek Abdusattorov úr Usbekistan.

Fyri bara tveimum døgum síðan gjørdist hann heimsmeistari fyri 19. ferð, tá hann vann í HM í kviktalvi.

Sambært NTB tíðindastovuni er tað fimtu ferð, at hann vinnur í tveimum greinum í sama meistaraskapi.

35 ára gamli norðmaðurin hevur vunnið fimm heimsmeitaraheiti í vanligum talvi, seks í kviktalvi og níggju í snartalvi.

Í finaluni í dag tapti fyrsta umfar, men kom aftur í øðrum umfari. Triðja umfar endaði við remi, og í triðja umfari tryggjaði Magnus Carlsen sær HM.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder