Tað gjørdist sera spennandi, tá Magnus Carlsen og amerikumaðurin Hikaru Nakamura seinnapartin dystaust í finaluni í snartalvi í Moskva. 
Umdystur skuldi til, áðrenn Carlsen kundi kalla seg heimsmeistaria í snartalvi triðja árið á rað. Nakamura, ið hevur japanskan uppruna, gav norðmanninum ein harðan dyst, men heimsins besti telvari seinastu árini dróg longra stráðið. 
Harvið hevur 29-ára gamli norðmaðurin vunnið HM í lassiskum talvi, kviktalvi og snartalvi í 2019.  Leygardagin vann hann heitið í kviktalvið - seinast hann vann kvitalv og snartalv í sama árið var í 2014, skrivar vg.no.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald