Klaksvíkar Róðrarfelag hevur boðað frá, at Magnus Norðberg er settir sum venjari fyri kappróðrarárið 2020.
KRF skrivar, at áleið 40 rógvarar venja í neystinum í løtuni, og tá dagarnir gerast ljóasari, verða bátarnir flotaðir. Hesar manningarnar fara at umboða KRF í ár:
- 8-mannafør men – Nevið Reyða, ið verður flaggskipið
 - 5-mannafør dreingir 1
 - 5-mannafør dreingir 2
 - 5-mannafør gentur
 - barnaróður dreingir
 - barnaróður gentur
Klaksvíkar Róðrarfelag hevur altíð heimasjógv á fyrstu stevnunin, ið er Noroyðastevna.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald