placeholder
Fótbóltur

Mahrez hetjan tá City vendi øllum eftir steðgin

Tottenham skoraði tvey mál beint fyri steðgin, men heimaliðið sló til fýra ferðir í seinna hálvleiki og hevur harvið fimm stig upp til Arsenal nú.

Mahrez legði upp til 2-2 málið, og vongurin úr Algeria skoraði síðani til 3-2 og til 4-2. Her økir hann við elegantum lobbara (Mynd: EPA)

Mahrez legði upp til 2-2 málið, og vongurin úr Algeria skoraði síðani til 3-2 og til 4-2. Her økir hann við elegantum lobbara (Mynd: EPA)

2023-01-19 23:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Rákið hjá Tottenham hevur verið, at liðið ikki sær út til at hanga væl saman í 1. hálvleiki, og at Tottenham sum oftast er aftanfyri í steðginum. Hesuferð hevði liðið hjá Conte tó lutfalsliga gott tak á støðuni í fyrra hálvleiki og megnaði eisini at skorað tvær ferðir. 

Bæði málini komu beint fyri steðgin, og tað fyrra var so at siga beinleiðis ein gáva frá Ederson. Tottenham trýsti høgt, og málvejin valdi at spæla eina stutt og spakuliga alvering út móti Rodri, men Bentacur kom ímillum, bólturin endaði hjá Dejan Kulusevski, og sviin smekkaði bóltin í City-málið. Tveir minuttir seinni varð City aftur fangað, og tað endaði við, at vongbakkurin Emerson Royal fekk beint returbólt eftir skot frá Kane í netið.

0-2, á veg at tapa triðja dystin á rað, men Pep Guardiola helt fast í sama liðnum (Cancelo, De Bruyne, Foden, Bernardo Silva og Walker vóru framvegis á bonkinum) Tað var sum at síggja eitt annað City-lið á vøllinum. Teir settu ferðina upp, og eftir fimm minuttir hevði Julian Alvarez minkað um munin. Bert tveir minuttir kom bólturin innum Tottenham-verjuna til Riyad Mahrez, ið stútaði bóltin innfyri málið, har Erling Braut Håland beint bóltin víðari í málið við høvdinum. 2-2 og mál nummar 22 í Premier League hjá norðmanninum, ið annars hevði havt ein lítlan málturk: Sjey hálvleikir uttan mál

Dysturin bylgjaði nú aftur og fram, men tíggju minuttir seinni lá bólturin aftur í málinum aftanfyri Hugo Lloris. Mahrez bjóðaði av í høgru, fór framvið Perisic og smekkaði síðani til við høgra beininum úr spískum. Umvegis eitt Tottenham-bein fór bólturin onkursvegna millum stongina og Lloris. Tottenham hevði støður til at svara aftur, men tað var City, ið var omaná, og beint áðrenn yvirtíðin byrjaði, kiksaði Clement Lenglet, tá ein langur bóltur kom fram, Mahrez fekk fatur á bóltinum, og lyfti hann uppum Lloris.

Ein undirhaldandi dystur og ein flott vend hjá Manchester City, ið nú er fimm stig frá oddaliðnum Arsenal. Tottenham hevur framvegis fimm stig upp til Champions League pláss og ein dyst fleiri enn liðini beint omanfyri. Sunnudagin spæla Guardiola og hansara menn móti Wolves á heimavølli - Tottenham vitjar Fulham mánakvøldið.


Premier League - útsettir frá 7. umfar

Í dag, hósdagin 19. januar
Manchester City - Tottenham 4-2 (0-2)
44' Dejan Kulusevski 0-1
45' (+2) Emerson Royal 0-2
51' Julian Alvarez 1-2
53' Erling Braut Håland 2-2
63' Riyad Mahrez 3-2
90' Riyad Mahrez 4-2

Í gjár, mikudagin 18. januar  
Crystal Palace - Manchester United 1-1 (0-1)
44' Bruno Fernandes 0-1
90 (+1)' Micheal Olise 1-1


Støðan í oddinum:
1. Arsenal 47 stig (18 dystir)
2. Manchester City 42 stig (19 dystir)
3. Manchester United 39 stig (19 dystir)
4. Newcastle 38 stig (19 dystir)
5. Tottenham 33 stig (20 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder