Fótbóltur

Málini hjá Briani hava stórt virði

Uttan tey fimm málini hjá áleyparanum hevði B36 havt 9 stig færri.

Brian Jakobsen avgjørdi dystin á Argjum sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

Brian Jakobsen avgjørdi dystin á Argjum sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-29 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom úr barndómsfelagnum Skála í vetur. 27-ára gamli Brian Jakobsen spældi fast frá byrjan fyrstu tíðina, men síðani hava skaðar og hørð kapping á fremstu plássini lagt áleyparanum meinbogar í vegin.

Brian byrjaði væl í B36. Hann skoraði fimm mál fyrstu átta dystirnar í lands- og steypakapping. Rundanum summarsteðgin spældi Brian Jakobsen lítið og var ikki tøkur í summum dystum.

Sambært Faroe Soccer hevur Brian spælt 15 dystir og beint yvir 1000 minuttir í Betrideildini. Tilsamans hevur hann bert spælt tríggjar fullar dystir, men hansara fimm mál hava øll verið beinleiðis avgerandi fyri B36-sigri.


Stigini vísa á, hvussu nógv stig málini hjá Briani hava givið B36

2. umfar: EB - Streymur - B36 1-2
Brian 2 mál (til 0-1 og 0-2) = 3 stig

4. umfar: B36 - HB 2-1
 
Brian 1 mál (til 2-0) = 2 stig 

10. umfar: Skála - B36 1-2
Brian 1 mál (til 1-2) = 2 stig

20. umfar: AB - B36 1-2
Brian 1 mál (til 1-2) = 2 stig

- Talan er um beinleiðis ávirkan av málinum: Til dømis hevði tað uttan málini í 2-1 sigrunum hevði tað endað við javnleiki; t.v.s íhesum trimum dystunum hevði tað verið 1 stig á kontoini ístaðin fyri. Tað ber ikki heilt til at siga, hvussu dysturin á Eiði og grannauppgerðin høvdu ment seg uttan 2-0 málini hjá Briani, men hyggja vit bert eftir tí, sum avger fótbóltsdystir: Mál

 

Harvið hevði B36 á pappírinum havt 9 stig færri og ligið á 5. plássi uttan málini hjá Brian Jakobsen, ið sunnudagin á Argjum gjørdi sum hann gjørdi í fyrsta dystinum sum útileikari á Skála: Gjørdist matchvinnari við 2-1 máli í 2. hálvleiki. 

Í fótbóltskjaknum hjá Krinvarpinum mánadagin varð komið inná, at B36 hevur skorað væl færri máli enn NSÍ og HB (16 færri) og nøkur færri enn KÍ og Vìkingur (16) í ár, men at málini hava meira virði, tí liðið spældi nógvar tættar dystir og megnar allaroftast at fáa stig burturúr teimum 

Støðan í oddinum:

1
 
20
15
2
3
35
16
+19
47
2
 
19
14
3
2
51
20
+31
45
3
 
19
13
3
3
41
15
+26
42
4
 
20
12
5
3
51
19
+32
41
5
 
20
12
2
6
41
28
+13
38


Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder