Fótbóltur

Málleyst í Norðurmakedónia

Heimaliðið hevur fingið mál kolldømt av órøttum og rakt tvørtræið, men Føroyar hava verið væl við annars. Stefan Radosavljevic hevur átt størsta málmøguleikan hjá okkara.

Pætur Petersen hevur jagstra og arbeitt væl sum fremsti maður, og norðurmakedónski málverjin hevur verið stressaður fleiri ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Petersen hevur jagstra og arbeitt væl sum fremsti maður, og norðurmakedónski málverjin hevur verið stressaður fleiri ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-27 17:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið hevur sum heild hingið væl saman og hevur fingið stressað norðurmakedónski vertirnir.

Teir í reyðum hava ikki skapt nógv, men Alioski rakti tvørtræið eftir gott álop, og so varð eitt mál av órøttum kolldømt: Viljormur Davidsen hekk, men hjálpardómarin sá tað ikki, og VAR er ikki til venjingardystir.

Hinvegin hava okkara trýst Norðurmakedónia heilt væl í løtum - við Pæturi Petersen sum fremsta manni. Greitt størsta møguleikan hjá Føroyum fekk Stefan Radosavljevic, eftir at Ári Mohr Jónsson legði væl innfyri úr vinstru. Sligo Rovers miðvallarin rakti tó ikki bóltin nógv væl, og hann endaði omanfyri.

[object Object]
Pætur Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

Venjingardystur, 27.03
National Arena Todor Proeski, Skopje
Norðurmakedónia - Føroyar (0-0)

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic, Ári Mohr Jónsson - Pætur Petersen

[object Object]
Sølvi Vatnhamar hevur aftur í kvøld stríðst væl á føroyska miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder