Varsjava, Pólland (Portalurin) - Jóan Símun Edmundsson hevur havt stútara á mál eftir gott innlegg frá Sølva Vatnhamar, og Jóannes Bjartalíð var millimetrar frá at snilt dribla seg í góða skot støðu í pólska brotsteignum. Føroyar hava fingið hótt vertirnar í nøkrum støðum og sum heild gjørt tað trupult fyri teir fyrstu 45 minuttirnar.
Vandamikli Robert Lewandowski hevur fingið lítið pláss, og Mattias Lamhauge hevur avgreitt allar sínar uppgávur í føroyska málinum væl. Nakrar ferðir hava Føroyar givið ov nógv pláss og kontrastøður, men ananars tykist liðið hjá Håkani Ericson at hava havt gott tamarhald á dystinum.
Málleyst og nógv "buh" frá stóru áskoðarafjøldini nú póllendingar ikki hava liva upp til vónirnar fyri steðgin. Føroyska liðið skal hugsavna seg um framvegis at gera arbeiði rætt. ![]()
Eini 50.00 fólk men lítil stuðul til heimaliðið (Mynd: Sverri Egholm)![]()
Gunnar Vatnhamar hevur verið í mangum nærdysti á miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 7. september
19.45: Pólland - Føroyar (0-0)
Føroyar: 5-4-1 (3-4-3): Mattias Lamhauge - Gilli Rólantsson Sørensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L ) - Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Jóan Símun Edmundsson
(Kekkia - Albania)
Støðan:
Kekkia 7 stig
Albania 6 stig
Moldova 5 stig *
Pólland 3 stig
Føroyar 1 stig
* Moldova hevur spælt ein dyst fleiri: Fýra dystir - hini hava spælt tríggjar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald