Fótbóltur

Málslúkurin heldur fram hjá meistarunum

Páll Andrasson Klettskarð spælir í kongabláa búnanum til og við 2024.

2022-05-09 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Páll Andrasson Klettskarð hevur gjørt nýggja avtalu við KÍ, sum bindur hann til og við 2024.

Hesum boðar KÍ frá á heimasíðuni í dag.

Páll Klettskarð var valdur besti spælari í deildini fyri apríl mánað og er einsamallur toppskjútti í Betri Deildini við 9 málum.

Skjótt 32 ára gamli klaksvíkingurin er søguligur áleypari í KÍ. Eingin hevur skorað fleiri mál í kongabláa búnanum.

Á toppskjúttalistanum fyri bestu deildina sum heild hevur Páll júst sett seg á 2. plássið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder