
Malta kom betri út til dystin. Heimaliðið kom skjótt meira á bóltin, fekk nøkur hornaspørk og legði seg tíðliga á odda. Bólturin kom innfyri aftur úr vinstru, Nwoko koma at standa púra fríur, og við stútara fekk hann bóltin framvið Gunnari Nielsen. Hetta var fyrstu veruligi málmøguleiki í dystinum.
Føroyingarnir tytist heldur skelkaðir. Broytingin í álopinum undan dystinum, har Jóan Símun noyddist at lata seg avloysa av Jákupi Thomsen, og málið vóru við til, at føryingarnir als ikki fingu spælið at koyra næstu stóru løtuna. Tað vóru nakrir glottar, har ró kom á bóltin, síðani ein vandamikil støða har Sølvi Vatnhamar var nær við at koma til skot, og tvey hornaspørk stutt fyri steðgin. Føroyar skulu tó finna onnur ting fram til 2. hálvleik.
EM-undankapping – 1.umfar
23.03 á Ta' Qali National Stadium
Malta – Føroyar (1-0)
1-0 13' Kyrian Nwoko
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald