
30. oktober tapti Manchester City heilt óvæntað fyri Crystal Palace á heimavølli. Liðið hjá Pep Guardiola reisti seg tó heilt skjótt og hevði eftir ósigurin eina røð á tólv sigrar í Premier League.
Hon stegðaði 22. januar í Southampton (1-1), og 19. februar vann Tottenham 3-2 á Etihad leikvøllinum. Eftir úrsliti í gjár er greitt, at City seinastu sjey og eina hálvu vikuna hevur mist stóra fyrimunin í oddinum, og at Liverpool, ið næstan bara hevur vunnið í ár, hevur tað nú í egnum hondum. Gamaní eru fýra stig upp til oddaliðið City, men Liverpool hevur leikt ein dyst færri, og skal 10. apríl spæla móti meistarunum frá í fjør.
City hevði stóra leikliga yvirvág í gjár, men tað eydnaðist ikki at fáa hol á hjá Guaita og hararbeiðandi liðið hjá Patrick Viera, ið liggur á 11. plássi, stríddi seg til eitt stig. 0-0 dysturin kann fáa sera stóran týdning á oddastríðið í Premier League. Liverpool hevur ein á pappírinum truplan dyst móti formsterka Arsenal í London í annaðkvøld.
Oddastríðið:
1. Manchester City 70 stig (29 dystir)
2. Liverpool 66 stig (28 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald