Hondbóltur

Maria beinleiðis við í tíggju málum tá Horsens nærkaðist hálvfinaluplássi

Ungi føroyingurin hevur havt stóran leiklut í skelkandi góðu gongdini hjá lægst styrkismetta liðnum endaspælinum í frestu donsku deildini. Maria Pálsdóttir Nólsoy hevði átta upplegg í gjár.

Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur tikið stór fet seinasta árið - hon gekk eisini á odda í HM røkkstøkk dystunum móti Litava (Mynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur tikið stór fet seinasta árið - hon gekk eisini á odda í HM røkkstøkk dystunum móti Litava (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-09 11:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Horsens (HH Elite) kom inn í ovara endaspælið í Kvindeligaen sum nummar átta av átta. Væntað varð at Nykøbing Falster og København Håndbold fóru at kappast um 2. plássið aftanfyri Odense, men eftir fýra av teimum seks umførunum í endspælsbólkinum hevur Horsens seks stig og er nummar tvey - tvey lið koma til hálvfinalurnar.

Í 1. umfari vóru Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar ikki langt frá at skelka Odense. Síðani hava teir vunnið tvær ferðir á NFH og einaferð á Pernille Brandenborg og København.

Í gjárkvøldið endaði tað við heimsigri í spennandi uppgerð móti NFH. HH Elite vann 31-29. Útiliðið var ananrs á odda við einum í steðginum

Maria Pálsdóttir Nólsoy er í gongd við eitt stórt endaspæl. 20-ára gamli føroyski bakspælarin skifti úr Neistanum til Horsens síðsta summar, og hevur hon veruliga fingið fótin fyri seg.

[object Object]
Maria tekur ábyrgd fyri Horsens og Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Maria hevur spælt ógvuliga góðar dystir í endaspælinum, og í gjár hevði hon flest upplegg á vøllinum – átta í tali. Kviki landsliðsprofilurin skoraði eisini tvey mál uppá trý skot og var harvið beinleiðis við í tíggju málum.

Um København sum væntað tapir móti Odense í kvøld, so skulu Pernille Brandenborg og tær vinna NFH í næstu viku og á Horsens, tá Maria og tær vitja á Frederiksberg 16. mai. Næsti dystur hjá Horsens verður í Odense mánakvøldið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder