Annað

Maria Biskopstø hevur betrað um tvey føroysk met og vunnið DM-silvur

Rennarin úr Klaksvík hevði eitt flott DM, har hon skar av sínari bestu tíð i á 400 metrum og í 400 metrar rimarenning. Maria vann DM-silvur og fyrr í summar OYL-gull í síðstnevndu greinini.

Danska meistaraheitið í frælsum ítrótti varð hildið á Hvidovre Stadion, har Maria Biskopstø gjørdi bart (Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya)

Danska meistaraheitið í frælsum ítrótti varð hildið á Hvidovre Stadion, har Maria Biskopstø gjørdi bart (Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya)

2025-09-01 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn Oyggjaleikirnar setti hon føroysk met tríggjar ferðir - í kappingum í Danmark og í Belgia.

Á Oyggjaleikunum á Orknoyggjum stóð Maria Biskopstø seg eisini sera væl, har hæddarpunktið var gulli í 400 metrar rimarenning. Nakað sum var eitt mál hjá rennaranum, sum sanniliga eisini dugir at leypa, áðrenn:

- Eg fari heilt víst at royna eftir gulli á 400m rimarenning, tí eg vann silvur seinast og kundi hugsað mær at klárað tað enn betur hesa ferð. Á 400m er hørð kapping, men eg vóni at kunna vinna heiðursmerki á hesum teini.

Soleiðis segði hon við Portalin í juni. Eftir Oyggjaleikirnar hevur tað eisini gingið væl hjá Mariu.

Les eisini: Maria Biskopstø setur met og miðjar eftir gulli á Oyggjaleikunum

Hevur longu betrað um metini

Maria Biskopstø fór nærum beint av Oyggjaleikunum til risastóru kappingina World University Games. Ein mánaði seinni snúði tað seg um DM.

Danska meistaraheitið í frælsum ítrótti varð hildið á Hvidovre Stadion vikuskiftið 23. og 24. august, har millum annað Maria Biskopstø luttók fyri Aarhus 1900 Atletik og Løb.

Hetta skrivar Frælsur Ítróttur Føroya,

- Leygardagin 23. august var 400 m á skrá, og her rann Maria Biskopstø ein sannførandi dyst. Hon kom í mál við tíðini 57,39 sek og nýtt føroykst met. Gamla metið setti hon sjálv, og var tað sett í juni í Keypmannahavn (57,66 sekund).

Í 400 m rimarenning (hækkeløb) gjørdi 23-ára gamla klaksvíkskvinnan eisini bart: Hon kom á heiðursmerkjapallin við tíðini 61,42 sekund (1.01.42 minutt), og rakk hetta nýggja føroyska metið til DM-silvur.

[object Object]
Maria Biskopstø fer uppum ein rima - eina forðing í Hvidovre (Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya)

Við hesum úrslitum hevur Maria í ár sett trý føroysk met á 400 metru og trý føroysk met í 400 metrum rimarenning. Sum FÍF skrivar: Eitt flott kappingarár við støðugari menning.

Nú er kappingarárið hjá Mariu Biskopstø av, men eftir steðgin eru nýggj stór mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder