Hondbóltur

Maria Nólsoy fer eitt stig upp í bestu donsku deildini

Landsliðsspælarin skiftir úr Horsens og hevur skrivað undir sáttmála við København Håndbold - hetta hava Portalurin og FM1 fingið váttað.

Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur verið álopsprofilur hjá Horsens og føroyska landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur verið álopsprofilur hjá Horsens og føroyska landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-03 15:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað hevur ikki verið ein løtt avgerð at fara úr HH Elite. Eg havi havt eina fantastiska tíð í felagnum og vil gjarna siga st+ora takk fyri álitið, og upplivingarnar vit hava havt saman. 

Soleiðis sigur Maria Pálsdóttir Nólsoy, í sambandi við at hon í dag takkar fyri seg í HH Elite. 

21-ára gamli spælskiparin hevur verið í felagnum síðani á sumri 2024 og er ein profilur í serliga álopsspælinum hjá teimum gulu, sum í løtuni liggja nummar átta í bestu donsku deildini. 

[object Object]
Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur gjørt vart við seg í HH Elite (Mynd. Horsens)

Tað hevur ljóðað, at hon fór at taka fetið víðari í summar, og tá FM1 spurdi Mariu Nólsoy í gjár, staðfesti landsliðsspælarin, at "tað fær hon ikki sagt so nógv um, men tað fáa tit skjótt at síggja".

Tað er ikki kunngjørt enn, men nú er greitt, at Maria Nólsoy heldur fram í fremstu donsku deildini - og í København Håndbold.

Hetta hava Portalurin og FM1 fingið váttað frá fleiri góðum keldum.

[object Object]Hvør er nýggi spælarin í Keypmannahavn? (Mynd. København Håndbold)

Danska høvuðstaðarfelagið hevur lagt omanfyristandandi mynd út á sosialu miðlar sínar í dag við tekstinum "Fylg við klokkan 17.30 fyri at frætta spennandi tíðindi".

Hetta er klokkan 16.30 føroyska tíð, og tá verður Maria Pálsdóttir Nólsoy endaliga kunngjørt sum København Håndbold-spælari.

Pernille Brandenborg spældi í felagnum í nøkur ár. Bo Spellerberg er venjari, og hetta verður eitt stig upp hjá spenanndi føroyska bakspælaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder