Hondbóltur

Maria Pálsdóttir Nólsoy evropeiskur toppskjútti hjá Horsens

Seks mál, umframt tvey upplegg, í seks-máls sigri á heimavølli og Horsens eitt fet nærri European League-bólkaspæli. Seinni dysturin verður í Rumenia sunnudagin 16. november.

Maria Pálsdóttir Nólsoy kom skjótt fyri seg eftir fótskaðan, sum hon fekk í landsdysti  - og hetta er gott fyri Horsens (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy kom skjótt fyri seg eftir fótskaðan, sum hon fekk í landsdysti - og hetta er gott fyri Horsens (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-08 19:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Maria Pálsdóttir Nólsoy kom skjótt fyri seg eftir fótskaðan, sum hon fekk í landsdysti í Føroyum 18. oktober.

21-ára gamli spælskiparin var aftur í dysti fyrr í vikuni, og í dag spældi hon stóran leiklut í lykladysti fyri Horsens (HH Elite).

CS Minaur Baia Mare vitjaði í fyrra play-off dystinum í European League (í 3. umfari). Har skuldi heimaliðið royna at vinna sær ein góðan fyrimun, og tað eydnaðist.

HH Elite vann við seks málum. Í steðginum var 27-13. Í 2. hálvleiki var verjuavrikið flott, og Mathilde Bisgaard Johansen stóð ógvuliga væl í málinum. Tær í gulum og svørtum hildu eisini á at skora, og var Maria Pálsdóttir Nólsoy við í nógvum av málunum.

Ungi føroyski landsliðsprofilurin varð javnsettur toppskjútti hjá Horsens, og tann næstbesti í dystinum, við seks málum. Maria legði eisini upp tvær ferðir og fekk ferð í spælið

[object Object]Stórur fagnaður á teimum í gulum og svørtum eftir sigurin í play-off umfarinum (Mynd: HH Elite)

HH Elite hevur nú gott útgangsstøði undan dystinum í Rumenia næsta vikuskifti, hóast seks mál ikki altíð er so nógv í hondbólt - serliga tá man skal spæla seinna dystin á útivølli í Rumenia. Samanlagdi vinnarin kemur í bólkaspælið í European League, sum er næststerkasta evropeiska kappingin.

Seinni dysturin verður spældur sunnudagin 16. november - dagin eftir skal Maria Pálsdóttir Nólsoy til Føroyar fyri at byrja HM-fyrireikingrnar.

Jana Mittún og Viborg eru eisini í umfarinum og spæla í morgin ,sunnudagin 9. november, klokkan 13.30 fyrra dystin. Hetta í Svøríki móti IK Sävehof 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder