Hondbóltur

Markus Klein Danielsen roynir seg eisini í Noreg

16-ára gamli álopskendi spælarin hjá NSÍ er hesa vikuna í Viking Stavanger.

Ungi álopskendi spælarin hevur spælt nógv í 1. deild í ár og eisini roynt seg tvær ferðir við besta liðnum. Markus skrivaði fyrr í ár undir tvey-ára sáttmála við NSÍ (Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag)

Ungi álopskendi spælarin hevur spælt nógv í 1. deild í ár og eisini roynt seg tvær ferðir við besta liðnum. Markus skrivaði fyrr í ár undir tvey-ára sáttmála við NSÍ (Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag)

2025-09-03 14:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin skrivaðu vit um, at Nóa Kristin Mortensen úr FC Suðuroy hesa vikuna roynir seg í Viking Stavanger.

Les eisini: Nóa Mortensen til royndarvenjing í stórum norskum felagi

Men tað eru í roynd og veru tveir ungir og evnaríkir føroyskir spælarar í sterka norska felagnum í løtuni.

16-ára gamli Markus Klein Danielsen hevur í 2025 spælt í øllum 1. deildardystunum hjá NSÍ. Sambært FaroeSoccer hevur hann skorað fimm mál í næstbestu deildini.

Ungi álopskendi spælarin hevur eisini roynt seg tvær ferðir við besta liðnum. Markus skrivaði fyrr í ár undir tvey-ára sáttmála við NSÍ.

Í fjør gjørdist Markus Danielsen, sum tá spældi við B36, dagsins spælari í U15-steypafinaluni við heili fýra málum. Hann er skrásettur fyri átta U-landsdystir.

[object Object]
Markus Klein Danielsen vísti sínari stóru álopskendu dygdir í U15-finaluni í fjør har hann skoraði fýra ferðir (Mynd: FSF/Bjarni Enghamar)

Sum skilst hevur áhugi verið fyri Markusi í millum annað Danmark. Í løtuni hevur hann møguleika at vísa seg fram í Noreg.

Markus Klein Danielsen og Nóa Kristin Mortensen eru báðir í 09-árganginum. Sum skilst venja teir við í Stavanger til og við sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder