Martin Klein Joensen er liðugur á Toftum

B68 og áleyparin hava steðgað samstarvinum. 25-ára gamli gøtumaðurin spældi tólv dystir og skeyt trý mál fyri felagið á Toftum.

Martin Klein Joensen - her sum víkingur móti B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Martin Klein Joensen - her sum víkingur móti B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-13 15:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur skifti Martin Klein Joensen til B68 úr Víkingi. Eftir nøkur góð ár í barndómsfelagnum, við stórum effektiviteti, varð spælitíðin ov lítil fyri áleyparan eftir afturvendanina úr Íslandi.

Nú er tíðin á Toftum av. B68 boðar í dag frá, at sáttmálin fyri restina av kappingarárinum er uppsagdur.

[object Object]
Mynd: B68

Tað er ikki heilt greitt, hví partarnir hava valt hetta.

Martin Klein Joensen hevur verið skaddir ein part av tíðini á Svangaskarði.  25-ára gamli gøtumaðurin spældi tó í tólv dystum og skeyt trý mál fyri felagið á Toftum.

B68 spælir heimadyst móit HB í Fuglafirï í morgin. Hetta tí at nýtt graslíki í løtuni verür lagt á, á Svangaskarði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder