
Tað eru ofta nógvir lærdómar at heinta í tapi, og unga føroyska liðið skal brúka 2. hálvleik í dag til at læra at spæla slíkar dystir fult út - móti einum av sterkaru evropeisku liðunum.
Føroyska byrjanin við Tjarnir, har stuðulin var stórur, var framúr: 5-2 eftir sjey minuttir við sannførandi spæli í verju, álopi og kontraspæli. Rakul Wardum fann nakrar stjórbjargingar fram, og Føroyar bæði revsaðiuog órógvaði Montenegro væl.
Súna Krossteig Hansen og Rakul Wardum vóru vælspælandi fyri steðgin - her fegnast tær báðar við bakgrund í Kyndli um bjarging hjá Rakul (Mynd: Sverri Egholm)
Síðani kom ein slak løta á umleið átta minuttir, sum Montenegro vann 9-2. Har riggaði alt hjá gestunum, og tekin um trupulleikar seinni í dystinum sóust: Montegrinskt strikuspæl í serflokki og stórur fysikkur í verju og álopi, sum forðaði føroyingum at fáa og fullføra góðar støður.
Men heimaliðið ressaðst við. Seinna helming av 1. hálvleiki vóru okkara væl betri. Aftur var spælið skjótt, har Jana Mittún var í miðdeplinum. Maria Halsdóttir Weyhe skipaði væl føroyska 7 móti 6 spælið, og Súna K. Hansen átti nógvar góðar støður í báðum endum.
14-14 í steðginum - ov nógvar villur og ov stór montegrinsk styrki eftir steðgin
Føroyar kundu verið á odda fyri steðgin, men skjótt í 2. hálvleiki sást, at Montenegro kundi meira, enn víst var fyri steðgin. Munurin vaks rímiliga skjótt, føroyingar viltust í egna álopsspæli og villum, í styrkini í montengrinsku verjuni, og í føroysku verjuni stóð man sjálvdan ímóti meira.
At Montenegro hevur eitt mikið gott lið er eingin ivi um, men at munurin skuldi gerast so stórur, sum hann varð, tykist heldur óneyðugt. Hetta er tó sum sagt eitt føroyskt lið, sum enn skal brynjast væl, og Claus Mogensen kann taka nógv við frá dystinum móti EM-bronsuvinnarunum hjá 2022 við Tjarnir í kvøld.
At Føroyar fingu minka niður til minus seks kann gerast týðandi. Portugal tapti við sjey móti Montenegro mikudagin. Málmunurin kann merkja nógv, um tað verður tætt millum Føroyar, Portugal og Ísland. Tað verður tað helst - í mars bíða lykladystir móti Portugal.
Áðrenn skulu Føroyar til HM-endaspælið í Trier - Meira seinni
2. umfar í undankappingini til EM 2026
Leygardagin 18. oktober
Føroyar - Montenegro 26-32 (14-14)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald