Í sjey ár á rað hava menninir hjá Mjølni vunnið føroyameistaraheitið í flogbólti, men í kvøld hava teir knívin á barkanum, tá ið sørvingar koma norður til Klaksvíkar at spæla aðru FM-finaluna, tí tapir Mjølnir, so er SÍ føroyameistari. Vinnur Mjølnir hinvegin – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi leygardagin.
Mjølnir tapti tepurt 3-2 fyri SÍ í fyrstu finaluni sunnukvøldið, men hesa ferð halda teir seg hava betri møguleika at vinna dystin, tí í fyrra dystinum vantaðu teir tveir stuðulsleikararnir Steffan Rosenlund, sum var uttanlands, og Ólavur Johannesen, sum hevði skaða. Steffan er heimafturkomin, og Ólav vónar Mjølnir at hava lappað so frætt saman, at hann fær spælt.
Hjá SÍ verður ikki væntað, at 40 ára gamli veteranurin Jóhan Petur á Stongum verður við, tí hann fekk skaða í lærið í fyrru finaluni.
Í fjør vóru somu lið í finaluni, og eisini tá vann SÍ fyrstu finaluna, sum eisini var á Giljanesi. Men síðan vann Mjølnir aðru finaluna í Klaksvík og tryggjaði sær sjeynda føroyameistaraheitið á rað við 3-2 sigri í triðju og avgerandi finaluni á Giljanesi, eftir at hava tapt tey tvey fyrstu settini.
Polestar-deildin – 2. FM-finalan:
Mjølnir – SÍ
Mikukvøldið kl. 19 í Klaksvík
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald