Síðsta vikuskifti vóru føroysku hondbóltskvinnurnar í Portugal og royndu at spæla seg í EM-endaspælið, sum verður seinni í ár. Hetta eydnaðist ikki. Føroyar taptu, men møguleikin er framvegis har.
Sí eisini: Alt kann avgerðast móti Íslandi í apríl
Um kvinnurnar í apríl spæla seg til sítt annað EM-endaspæl á rað, skulu Føroyar í desember spæla í einum av fimm londum. Tað er ikki avgjørt enn - sí yvirlit yvir møguligu londini niðast.
Menninir skulu royna at vinna seg til Týsklands og síðani Portugal
Í næstu viku savnast føroyska mandslandsliðið í Føroyum í fyrireikingum til HM-røkkstøkk dystirnar í í mai. Har eru føroysku menninir stórfavorittar at vinna á Kosovo/Bosnia.
Sí eisini: - Tað næstbesta sum kundi henda
Um Føroyar vinna samanlagt í teimum báðum dystunum, kemur liðið á fyrsta sinni til vaksnamanna HM-endaspæl. Hetta verður í Týsklandi, har seks ymiskir vertsbýir eru. Sum skilst verða Føroyar staðsettar í ein bý, áðrenn sjálvt lutakastið, um Føroyar koma víðari. Og ynski man vera havnarbýurin Kiel.
![]()
Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir skulu í ár royna at spæla seg til HM, har liðið kann enda í bólki í Kiel. Undankappingin til EM 2028 byrjar eisini (Mynd: Sverri Egholm)
Lutakastið til undankappingina til EM 2028 verður síðst í hesum mánaðinum. Tá gerst greitt, hvørjum føroysku menninir skulu spæla ímóti í stríðnum um endaspælsplássini.
Sveis, Spania og Portugal vera vertur til næsta EM-endaspæl hjá monnum. Tað er longu greitt, at Føroyar skulu spæla bólkaspæl, og møguligt miðumfar, í portugisiska høvuðsstaðnum, um liðið kemur víðari.
Hetta hevur Portalurin fingið upplýst. Tað er portugisiska hondbóltssambandið, sum hevur staðfest hetta í vikuni.
Hetta merkir, at føroysku menninir vónandi hava endaspælsdstir í Týsklandi í januar 2027 og í Portugal í januar 2028.
Næstu fýra A-endaspølini:
EM 2026 hjá kvinnum: Í desember - Rumenia, Slovakia, Kekkia, Turkaland og Pólland
HM 2027 hjá monnum: Í januar - Týskland (seks vertsbýir - Føroyar verða staðsettar áðrenn lutakastið, um liðið spælir seg víðari
HM 2027 hjá kvinnum, november-desember: Í Ungarn: Føroyar spæla undandystir til hetta í mars-apríl næsta ár
EM 2028 hjá monnum, Í januar: Í Portugal: Føroyar spæla í Lissabon, um liðið kemur víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald