
Í dag verður ein 60 kilo tung sjokulátastandmynd handað argentinska fótbóltsleikaranum Lionel Messi, í samband við føðingardegi hansara.
Lionel Messi fyllir nevniliga 31 ár í dag, og tí hevur eitt konditarí í Moskva gjørt eina stóra sjokulátastandmynd av honum.
"Vit vilja fegin geva Lionel Messi Lionel Messi," sigur Daria Malkina, leiðari av konditarínum í Moskva, sambært Reuters.
"Vit funnu av tilvild útav, at Messi hevði føðingardag 24. juni, og vit hugsaðu, hví ikki geva honum eina gávu - eina sjokulátastandmynd av honum sjálvum".
Fimm starvsfólk á konditarínum hava arbeitt uppá standmyndina í eina viku.
Sambært Malkina, er avtala gjørd við umboðsfólk hjá Messi um at handa honum standmyndina á einari føðingardagskaku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald