2025-07-13 12:41

Í gjár var fimti FM-kappróðurin á fjarðastevnuni á Skála, og luttøkan var methøg.
Sambært Róðrasambandi Føroya luttóku heilar 114 manningar, og tað hægsta talið, sum nakrantíð hevur verið.
Gamla metið var frá ólavsøku 2021, tá 111 bátsmanningar luttóku.
32 manningar luttóku í barnaróðrinum í gjár, og tað eru tíggju færri í mun til ólavsøku 2021. Harvið kann staðfestast, at áhugin fyri kappróðri seliga er vaksandi millum eldri tannáringar og vaksin.
Sí eisini: Klaksvíkingur aftur á FM-kós eftir flottan Fjarðastevnu-róður
Sí eisini: Myndir: Kappróður í dýrdarveðri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald