- Tað snúði seg mest um at fáa okkara hugburð, kropsburð og annað uppá pláss. Tað var skjótt, at vit fingu tamarhald á dystinum.
Soleiðis sigur Hákun West av Teigum um munin á Føroyum fyri steðgin og eftir steðgin. Høgri vongurin heldur, at Føroyar vísti seg sum meira búgvið lið nú, enn í HM-røkkstøkkdystunum móti Norðurmakedónia fyri tveimum árum síðani.
Umframt at føroysku menninir skrivaðu søgu við at spæla seg til sítt fyrsta HM-endaspæl, skrivaði 24-ára gamli høgri vongurin sjálvur søgu, tá hann skoraði sítt sætta mál.
Við hesum er Hákun West av Teigum (242 mál uppá 42 dystir) farin frammum landsliðslegenduna Hanus Joensen 238 mál uppá 54 dystir)
- Tað er sjálvandi stuttligt, men nú kann eg nokk vænta færri bóltar frá Eliasi í framtíðini, helt Hákun West av Teigum fyri skemtandi. Hann varð toppskjútti við 11 málum og kosin dagsins spælari í kvøld
Hákun er 29 mál frammanfyri javngamla spælskiparan á "all-time" mál listanum, sum sæst á handballstatz.com.
Hoyr samrøðu við Hákun West av Teigum, sum skjótt skal hugsavna seg um at spæla um Champions League-pláss og um Final Four í Champions League, ovast
Elias Ellefsen á Skipagøtu sat uttanfyri við skaða í dag. Hoyr samrøðu við hann, gjørd undan dystinum, her:
Elias: - Eg veit at teir fara at gera alt fyri at koma til HM
Seinni HM- røkkstøkkdysturin:
Í dag, leygardagin 16. mai, við Tjarnir
Føroyar - Bosnia-Hersegovina 33-28 (15-17) - samanlagt: 57-50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald