Annað

Mia móti Miriam í FM-finaluni í morgin

Badminton: Í einmansleiki er tað fimmfaldur Grand Prix-vinnarin farna vetur móti henni, sum fer eftir fimta FM-heitinum á rað.

Miriam í Grótinum er búsitandi í Keypmannhavn, har hon spælir fast á næstbesta liðnum hjá KBK á Eysturbrúgv í liðkapping - liðið er flutt upp í bestu donsku deildina (Mynd: Jens Kr. Vang)

Miriam í Grótinum er búsitandi í Keypmannhavn, har hon spælir fast á næstbesta liðnum hjá KBK á Eysturbrúgv í liðkapping - liðið er flutt upp í bestu donsku deildina (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-10 09:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Badmintonsamband Føroya: Mia Thorkildshøj var í 2023 á fyrsta sinni sum vaksin í Kontrast FM finaluni í einmansleiki Í badminton.

Í morgin, leygardagin, stendur Mia í finaluni fyri aðru ferð.

Mótstøðukvinnan er tann sama, tí Miriam í Grótinum hevur verið føroyameistari i einmansleiki síðani 2022. S ostatt lyfta FM steypið á fimta sinni komandi leygardag.

Spennandi hálvfinalur
Finalistarnir í einmansleiki hjá kvinnum blivu funnir mánadagin. 21 ára gamla Mia úr HBF sigraði í trimum settum á tvíburðasystrini Sannu í tí einu hálvfinaluni, meðan 22 ára gamla Miriam úr HBF vann sína hálvfinalu í tveimum settum ímóti 17 ára gomlu Ranju Joensen úr KBF í Klaksvík.

Hóast sín unga aldur gav Ranja verandi føroyameistaranum sterka mótstøðu, har hon førdi 16-10 tí einu løtuna í fyrra settinum, og í seinna settinum yvirlivdi Miriam tveir settbóltar, áðrenn sigurin var í hús 23-21. Sanna hevur verið í finaluni síðstu tvey árini, men í hálvfinaluni mátti hon lúta fyri Miu eftir at hava vunnið fyrsta settið 22-20.

Fimmfaldur Grandprix vinnari fer eftir FM - Mirjam fer eftir tí fimta á rað

Í badminton er regluliga Grand Prix kappingin í einmansleiki (GP) skipað sum fimm vikuskiftiskappingar gjøgnum veturin.

Mia Thorkildshøj vísti sína aktuellu styrki við at vinna fimta GP og gjørdist harvið nummar tvey í samlaðu Grand Prix kappingini.

[object Object]
Mia Torkildshøj skal bjóða Miriam í Grótinum av (Savnsmynd: Sverri Egholm9

Miriam er búsitandi í Keypmannhavn, har hon spælir fast á næstbesta liðnum hjá KBK á Eysturbrúgv í liðkapping.

Farna kappingarár bleiv Miriam oftast kosin dagsins leikari á liðnum. KBK hevur júst vunnið sær pláss í badmintonliga, sum er besta deildin í Danmark, tí er tað spennandi hjá Miriam at vera partur av leikarahópinum komandi kappingarár.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder