Hondbóltur

Micheal Schjønberg kemur aftur til Sørvágs

07 Vestur hevur keypt hann aftur úr AGF. Hann var venjari hjá 07 Vestur í eitt og eitt hálvt ár og skal nú royna at venda skútuni. Schjønberg kemur til landið í næstu viku.

Micheal Schjønberg fekk nøkur góð úrslit við 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Micheal Schjønberg fekk nøkur góð úrslit við 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-15 11:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á summri 2023 fór hann úr 07 Vestur til AGF, hóast Schjønberg og 07 Vestur høvdu sattmála.

Nú hendir tað øvuta. AGF skrivar á heimasíðu sínari, at eftir at man vorðin samdur við 07 Vestur treytirnar, sigur felagið farvæl við Michael eftir tvey góð góð ár.

- Schjønberg hevur hildið sambandið við 07 Vestur við líka síðani hann fór, og hann var til dystin fús beinanvegin, tá vit spurdu okkum fyri, hóast hann hevði sáttmála við AGF fyri 2025/2026 eisini”, sigur Jón Nordendal ítróttarstjóri hjá 07.

Harvið hevur 07 Vestur keypt danska venjaran leysan úr danska felagnum, soleiðis at hann kann royna at venda skútuni í Sørvági. 

07 Vestur er í løtuni aftast í Betrideildini við bert einum stigi fyri níggju dagar. Hetta gjørdi, at Dan Brimsvík og 07 Vestur fóru hvør til sítt.

Var í 07 Vestur í eitt og hálvt ár - byrjar í næstu viku

Michael Schjønberg kom til 07 Vestur í januar 2022, stutt eftir at núverandi KÍ-venjarin Micheal Powell varð seldur til Svøríkis.

Í 2022 fekk 07 29 stig, endaði nummar sjey og kom í hávfinaluna. Í mun til úrslit, stóð eisini væl til, tá danin fór í summarsteðginum í 2023.

- Framgongdin hjá felagnum var stór undir hansara leiðslu, og avgerðin hjá nevndini var tí ikki trupul at taka, tá vit fingu høvi at fáa Schjønberg aftur til felagið”, sigur Jón Nordendal við síðuna hjá 07 Vestur.

Síðani hevur Schjønberg staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá AGF. Har hevur hann bæði kappingarárini leitt liðið í ovara endaspælið í bestu donsku deildini.

07 Vestur skrivar, at Martin Wood, Anders Houmann, Ivan Stojkovic og Jóanis Viderø Petersen halda fram í toyminum sum ávikavist hjálparvenjari, fysiskur venjari, málmansvenjari og fysioterapeut.

Schjønberg kemur til landið mánadagin og kemur at standa á síðulinjuni, tá B68 vitjar á Dungasandi sunnudagin 25. mai. Sigtór Petersen hevur ábyrgdina í morgin, fríggjadagin 16. mai, tá lykladystur er móti TB.

Rættað og dagført: 12.01

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder