Nakrir føroyskir landsliðsspælarar hava dystir í teimum báðum fremstu donsku deildunum í dag.
Í Kvindeligaen spæla landsliðssbakkarnir Marita Mortensen og Maria Pálsdóttir Nólsoy móti hvørjari aðrari, tá HØJ og Horsens bresta saman um ein tíma, klokkan 14 føroyska tíð.
Síðani ferðast Marita og Maria til Føroya til landsliðsuppgávSí støðuna í bestu donsku deildini herur. Har venja tær í morgin saman við millum annað Janu Mittún, sum klokkan 15 skal spæla á heimavølli móti NFH.
Hesin dysturin sæst á TV2 og TV2 Play
Í 1. division fara dystir nú í gongd við føroyskum landsliðsspælarum.
Formsterka Ajax København, við Elsu Egholm, Lív Bentsdóttir Zachariasen og Vár Bentsdóttir Zachariasen, spælir í Gudme, og so er føroyingauppgerð á Frederiksberg millum Ydun (Marianna Geirsdóttir Eystberg og Brynhild Pálsdóttir) og Ejstrup/Hærvejen (Rannvá Olsen)
![]()
Marita Mortensen (Mynd: Sverri Egholm)
Í Herreligaen skulu GOG og Bjerringbro-Silkeborg spæla klokkan 19. Dysturin hjá Óla Mittún og teimum sæst á TV2 Sport og TV2 Play.
Sí eisini: Video: Óli Mittún í Champions League-miðdeplinum
![]()
Í gjár vunnu Skanderborg Århus og Jóhan á Plógv Hansen (fýra mál) á Sønderjyske.
Seinni spæla HC København móti Odder: Leivur Mortensen, Jónas Gunnarson Djurhuus, Janus Dam Djurhuus og teir eru komnir í gongd og skulu aftur royna at fáa stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald