Annað

Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á Ternuni

Polestar-deildin: Ternan – Mjølnir 1-3 (25-22, 15-25, 15-25, 22-25).

(Mynd: Mjølnir)

(Mynd: Mjølnir)

2026-02-22 11:43 Author image
Innsent
placeholder

Eftir at SÍ fríggjakvøldið við sigri á ÍF tryggjaði sær sæti í FM-finalunum, kundi Mjølnir við sigri á Ternuni í gjár tryggja sær hitt sætið, men Mjølnir fekk kortini einki til gávis, tí Ternan gjørdi ikki mætari enn at vinna fyrsta settið.

Ternan hevði annars bara vunnið tvey sett í allari kappingini, men í seinastuni hevur Ternan fleiri ferðir nærkast teimum 25 stigunum, og í gjár lukkaðist endiliga aftur at vinna sett.

Ternan fekk eina góða byrjan og legði seg á odda 6-1, og hóast Mjølnir megnaði at minka um munin til 5-6, 13-14 og 14-15, helt Ternan høvdið kalt og spældi seg til fimm settbóltar við støðina 24-19. Mjølnir yvirlivdi teir tríggjar, men tann fjórða langaði kanadiski Erich Perau í gólvið hjá Mjølni.

Í næsta setti vísti Mjølnir, at tað kortini er ávísur munur á einum liði, sum hevur vunnið sjey meistaraheiti á rað, og so Ternuni, har fimm av leikarunum eisini spæla við D17, og skjótt og lætt vann Mjølnir settið 25-15. Sama søga var í triðja setti, sum Mjølnir eisini vann 25-15.

Ternan var tó væl við í fjórða setti og fór eisini framum 5-2, og vónirnar at vinna stig úr dystinum gjørdist avbera góðar, tá Ternan legði seg á odda 20-16. Fimm stig eftir reyv kostaðu tó dýrt, og Mjølnir fór framum 21-20. Ternan javnaði kortini til 21-21 og 22-22, men so vann Mjølnir tríggjar teir næstu bóltarnar og settið 25-22.

Tí er greitt, at Mjølnir og SÍ triðja árið á rað fara at spæla FM finalur. Eftir er bert at fáa greiði á, hvør av teimum skal hava heimavøll í fyrsta finaludystinun, og hvør fær heimavøll í einum møguligum triðja dysti. Spælt verður best av trimum dystum.

Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – verður ein triði finaludystur spældur á heimavøllinum hjá tí liðnum, sum var nr. eitt í sjálvari landskappingini.
Hvør tað verður, verður kanska ikki avgjørt fyrr enn í seinasta dystinum hjá Mjølni og SÍ, sum møtast í Klaksvík 7. mars.

Støðan í Polestar-kappingini:

NrLiðDystirSettmunurStig
1142936
2Mjølnir132232
3ÍF13522
4Fleyr12-79
5Ternan14-390

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder