Annað

Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna í kvøld

Mjølnir var seinast ameistari í 2020, men hetta er fyrstu ferð síðan 2014, at kvinnurnar hjá Mjølnir spæla FM-finalur.

Mjølnir

Mjølnir

2026-03-18 06:55 Author image
Innsent
placeholder

Í kvøld klokkan 19 verður fyrsta FM-finalan í Hotel Djurhuus deildini í flogbólti spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík millum Mjølnir og SÍ.

Mjølnir endaði ovast í landskappingini, trý stig framman fyri SÍ, og hevur tí heimavøll í fyrstu finaluni.

Eftir at hava tapt fyrsta dystin í kappingini fyri Fleyr, vann Mjølnir restina av dystunum í kappingini undantikið tann allar síðsta, sum var í Sørvági seinasta mikudag, har SÍ vann 3-1. Settini endaðu  25-23, 26-28, 25-13 og 32-30, so tað kundi bent á, at vit fáa eina sera spennandi finalu.

SÍ tapti fýra dystir í landskappingini; tveir fyri Mjølni og ein fyri TB og Fleyr.

Mjølnir vann sítt seinasta føroyameistaraheiti í 2020; tað 21. í røðini. Tað árið vóru ongar finalur, tí avgjørt var at enda kappingina, áðrenn hon var liðugt spæld, grundað á koronustøðuna, sum tá var. Avgjørt var tí, at støðan í landskappingini júst tá skuldi nýtast sum endastøða fyri kappingarárið.

Tí er hetta fyrstu ferð síðan 2014, at Mjølnir spælir FM-finalur. Tá vann Mjølnir 3-1 og 3-2 á Fleyr.

SÍ var seinast føroyameistari í 2023, tá sørvingarnir vunnu 3-0 á Fleyr í báðum finalunum og vunnu sítt fimta føroyameistaraheiti. Tað var samstundis finala nummar 202 hjá venjaranum, Rajko Petrovic, fyri SÍ á ymsum stigum. Hann gavst eftir dystin og fór til Serbia at vera venjari, men hetta kappingarárið vendi hann aftur til SÍ, og er aftur í finaluni.

Onnur finalan verður spæld á Giljanesi 22. mars.

Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld í Klaksvík 28. mars. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder