Annað

Mjølnir-SÍ og Fleyr-Dráttur í finalunum á Hálsi 24. februar

Hálvfinalurnar í Bónuskappingini vórðu spældar í gjár. Hjá monnum er talan um endurtøku av steypafinaluni í fjør - Fleyr syrgdi fyri, at ein nýggjur steypavinnari skal finnast hjá kvinnum.

Mjølnir og SÍ vóru eisini í finaluni í fjør. Tá vann Mjølnir 3-1-, og liðið úr Klaksvík fer nú eftir fimta steypasigrinum uppá seks ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mjølnir og SÍ vóru eisini í finaluni í fjør. Tá vann Mjølnir 3-1-, og liðið úr Klaksvík fer nú eftir fimta steypasigrinum uppá seks ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-11 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóri hálvfinaludagurin hjá flogbóltinum var í Badmintonhøllini í Klaksvík gjár. Tvær hálvfinalur í Bónuskappingini gjørdust ógvuliga spennandi, har neyðugt var við javnbrótara - einum fimta setti - fyri at avgera alt, meðan stórfavoritturin vann í hinum báðum.

Finalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar um 13 dagar, 25. februar, í høllini á Hálsi. Niðanfyri sæst yvirlit.

Kvinnur: 
Dráttur-Mjølnir 3-0 (25-18, 25-20, 26-24)

SÍ-Fleyr 2-3 (22-25, 25-17, 21-25, 25-21, 12-15)

Sí eisini: 
Dráttur trygt í finaluni
Fleyr knógvaði SÍ

[object Object]
Dráttur vann, sum væntað, fyrstu hálvfinaluna á degnum (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

[object Object]SÍ vann á Fleyr í finaluni í fjør, men í ógvuliga tøttu hálvfinaluni í gjár løntu havnarkvinnurnar sørvágskvinnurnar hesum aftur (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Menn:

-ÍF 3-2 (18-25, 25-16, 25-20, 22-25, 15-10)

Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-15, 25-16, 25-18 )

Sí eisini: 
Sørvingar finaluklárir eftir fimm-settara
Mjølnir í sættu steypafinaluni á rað

[object Object]SÍ vann á ÍF eftir fimm sett og hevur nú stóra uppgávu á skránni í finaluni móti Mjølni...(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

[object Object]Greiða oddaliðið í landskappingini vann ógvuliga greitt á Fleyr á heimavølli og er í sínari sættu steypafinalu á rað (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Finalurnar í Bónuskappingini
Leygardagin 24. februar, Høllin á Hálsi

Kvinnur: Fleyr-Dráttur
Menn:
Mjølnir-SÍ

(Klokkuslett er ikki ásett enn)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder