Annað

Mjølnir tók fyrsta stingin, eftir at ÍF misti trumfin

Fuglfirðingar vunnu fyrsta sett, og vóru frammanfyri í øðrum, tá Bjarni Larsen fekk ein skaða. ÍF kom aldri fyri seg aftur.

Vinna klaksvíkingar aftur leygardagin, eru teir føroyameistarar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Vinna klaksvíkingar aftur leygardagin, eru teir føroyameistarar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-31 06:56 Author image
Innsent
placeholder

Fyrra FM-finalan - Føroya Tele-deildin, menn:
Mjølnir – ÍF 3-1 (18-25, 25-23, 25-12, 25-19)

ÍF tóktiskt væl á veg at vinna ein heldur óvæntaðan sigur á Mjølni, men tá úrmælingurin á ÍF-liðnum, Bjarni Larsen, fekk skaða í knæið tíðliga í øðrum setti og noyddist at gevast, sveiggjaði pendulið hinvegin, og Mjølnir setti seg so líðandi á dystin.

Tað var ikki minst takkað verið fimm góðum servum frá Bjarna Larsen, at ÍF í fyrsta setti fór frá at vera aftanfyri 6-7 til at vera frammanfyri 11-7. ÍF helt munin restina av settinum og vann 25-18.

ÍF helt fram við somu øði í øðrum setti, og legði seg á odda 5-1 og 6-3, men í tí at Bjarni Larsen við fínum smassji legði ÍF framum 7-4, hendi vanlukkan fyri ÍF og Bjarna, tá knæskelin fór úr lið. ÍF helt seg frammanfyri ta fyrstu løtuna eftir óhappið, og legði seg á odda 20-15, men tá sjey servur frá Hørði Joensen góvu 6 stig, var Mjølnir brádliga á odda 22-20. Javnt var aftur við 23-23, men síðani vann Mjølnir næstu tveir bóltarnar og settið 25-23.

ÍF toldi ikki missin av Bjarna, og í triðja setti var eingin mótstøða og Mjølnir vann so mikið sum 25-12.

ÍF fylgdi tó leingi væl við í fjórða setti og legði seg eisini á odda 14-13, men so líðandi dró Mjølnir frá og vann at enda settið 25-19 og dystin 3-1.  

Seinna FM-finalan verður spæld í høllin á Hálsi í Havn leygardagin klokkan 19. Vinnur Mjølnir dystin, so er Mjølnir føroyameistari í bestu mansdeildini á 12. sinni, og tað er meira enn nakað annað felag hevur vunnið. Vinnur ÍF dystin, so skal føroyameistaraheitið avgerast í einum “gullsetti”, sum gongur upp í 15.  

Í kvøld, hóskvøldið, kl. 19.30 spæla kvinnurnar hjá Fleyr og SÍ sína fyrru finalu í Høllini á Hálsi í Havn. 

Liggur ikki fyri at fara í høllina, so ber til at síggja allar dystirnar ókeypis á Rás1 í Televarpinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder