Leingi hevur stigatalvan víst, at Fleyr fór at fáa tað trupult at náa FM-finaulunum í ár, og eftir 3-1 ósigurin fyri Mjølni í Klaksvík í gjárkvøldið eru allir matematisku møguleikarnir eisini troyttir, og tí er endaliga staðfest, at nýggjur føroyameistari skal finnast í ár. Og tað er eisini bara í teoriini, at finaluliðini ikki verða Mjølnir og SÍ, tí annað teirra skal tapa rest, og KÍF vinna rest, um kollfirðingar skulu megna at koma í finalunar.
Í dystinum í gjár var tað tó Fleyr sum legði betur fyri og vann fyrsta sett. Fleyr legði seg á odda 5-1 og 9-4, men so vendi, og við at vinna 12 av teimum næstu 16 stigunum fór Mjølnir framum 16-13. Fleyr fór tó framumaftur 23-22 og vann settið 27-25 við triðja settbóltinum.
Fleyr var flúgvandi frá byrjan av øðrum setti og legði seg á odda 9-4, 11-5 og 14-9. Men við eitt vekk var munurin burtur, og Mjølnir javnaði til 17-17. Fleyr togaði seg tó framumaftur 21-20 og 23-22, men so vann Mjølnir næstu tríggjar bóltarnar og settið 25-23.
Eftir hetta setti Mjølnir seg tungt á dystin og fór sum ein ódn gjøgnum næsta sett og legði seg á odda 11-3, áðrenn settið varð vunnið 25-11.
Fleyr megnaði at fylgja við til 10-10 í fjórða setti, tá Mjølnir gjørdi eitt skarvslop og legði seg á odda 16-11 og síðan vann settið 25-17.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini er nú tann, at Mjølnir og Sí hava 28 stig, KÍF 19, Fleyr 16, TB 11 og Dráttur einki stig. Mjølnir, KÍF og TB fyri 11 dystir, SÍ, Fleyr og Dráttur fyri 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald