Annað

Mjølnir vann á SÍ í jøvnum dysti

Annað umfar í Polestar-deildini í flogbólti.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-02 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Polestar-deildin:
Mjølnir – SÍ 3-1 (27-25, 25-18, 23-25, 25-17)

FM-finalistarnir seinasta kappingarár spældu í Klaksvík í gjárkvøldið, og Mjølnir tóktist hava slitið seg leyst í fyrsta setti, tá tað fór frá 5-6 upp á 12-7, men við fimm stigum á rað javnaði SÍ til 13-13. Eftir hetta skiftust liðini um at vera á odda, til Mjølnir hevði vunnið 27-25, eftir at SÍ annars hevði havt tríggjar settbóltar.

Mjølnir vann lættliga annað sett 25-18, og í triðja setti var gongdin tann sama, har Mjølnir legði seg á odda 10-5 og 14-8. Men við eitt livnaði SÍ og vann fimm stig á rað og fekk samband aftur. Mjølnir hevði tó hug at draga frá aftur og fór framum 20-17 og 22-19, men aftur javnaði SÍ og vann settið 25-23, eftir at hava verið aftanfyri 23-22.

Í fjórða setti hvarv spenningurin skjótt, tí eftir at liðini høvdu fylgst fyrstu løtuna, gjørdi Mjølnir eitt skarvslop frá 8-7 til 19-10, og hóast SÍ gjørdi ein vørr og vann seks stig á rað og minkaði um munin niður í 16-19, stongdi Mjølnir hurðina aftur og vann settið 25-17.

Hesaferð vóru sørvingarnir átta mans á dómaraseðlinum; teirra millum veteranurin Jóhan Petur á Stongum.

Ternan – Fleyr 1-3 (15-25, 25-20, 17-25, 9-25)
At Ternan sunnudagin vann eitt sett ímóti Fleyr, fegnast tey um á Toftum, hóast Fleyr samanumtikið lættliga vann dystin 3-1.

Ternan fylgdi væl við fyrra helming av fyrsta setti, men eftir at Ternan við trimum stigum á rað hevði minkað um munin til 13-14, vann Ternan einans tvey stig afturat, so at Fleyr vann settið 25-15.

Men Ternan hevði fingið blóð upp á tonnina eftir góðu byrjanina í fyrsta setti, og legði seg tíðliga framum í øðrum setti og megnaði at halda seg frammanfyri mest sum alt settið, sum varð vunnið 25-20.

Men so var heldur ikki meira eftir í Ternuni, og Fleyr gjørdi skjótt av og var frammanfyri frá byrjan til enda í triðja og fjórða setti, sum vórðu vunnin 25-17 og 25-9.

Við einans sjey leikarum á dómaraseðlunum hjá báðum liðum var hann heldur styttri, enn hann ofta hevur verið.

Støðan í Polestar-deildini:

Mjølnir 6 stig
ÍF 3 stig
Fleyr 3 stig
Ternan 0 stig
SÍ 0 stig

Mjølniri, Fleyr og SÍ hava spælt tveir dystir – hini ein.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder