Hondbóltur

Montenegro minti á langa vegin til tindin

Føroyar lótu heili 22 mál ígjøgnum fyri steðgin í seinasta undankappingardystinum. Tað gekst tó væl betri í 2. hálvleiki, sum eisini var merktur av nógvum broytingum hjá liðunum, sum bæði skulu til EM.

Súna Krossteig Hansen og hinar stríddust á komandi heimavøllinum hjá 10'arunum (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen og hinar stríddust á komandi heimavøllinum hjá 10'arunum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-12 19:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): Føroyar og Montenegro hittust í dag fyri triðju ferð innan hálvt ár. Munurin var, tá samanum kom, tann sami sum í HM-endaspælsdystinum í november: Fimm mál.

Munurin var seks mál í 1. umfari í undankappingini, tá liðini hittust við Tjarnir. Tað var á veg at gerast heldur ljótt á máltalvuni í kvøld: Montenegro skoraði heili 22 ferðir í fyrra hálvleiki, har Føroyar høvdu trupult við at verja móti nøkrum.

Nógv av málunum - serliga frá Mugosa á vonginum - og spælið hjá Pletikosic og hinum var á ógvuliga høgum stigi. Montenegro vísti, hví liðið er hægst styrkismett og hevur verið millum topp-átta í Evropa í nógv ár.

Føroyar fingu eisini fín mál; serliga skoraði Lív Poulsen væl av vonginum, og Jana Mittún hevði nógvar góðar atgerðir. Men talið av mistøkum og brendum skotum var ov høgt at fylgja við, tá máltíttleikin hjá heimaæiðnum var so høgur.

Átta mál á muni í steðginum men beinanvegin í 2. hálvleiki sást, at Montenegro ikki spældi við sama broddi. Føroyska liðið tók hann eisini betri av: Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen dekkaðu væl upp mitt fyri, og í málinum fekk Annika Fríðheim Petersen fatur á fleiri og fleiri bóltum.

Tað sveiggjaði í álopinum, har nógvar ymiskar samansettingar vóru. Men millum annað Marita Mortensen, Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy tóku ábyrgd í løtum - Jana Mittún spældi ógvuliga lítið eftir steðgin.

Seinni hálvleikur var rótutur á ymiskan hátt, men Føroyar vísti stríðsvilja og vunnu hann við trimum málum. Bjarta Johansen fekk eitt virðiligt punktum - millum annað við góðum máli móti endanum.

[object Object]

[object Object]
Seinastu løturnar hjá Bjartu Johansen sum landsliðsspælara (Myndir: Sverri Egholm)

At bæði Montenegro og Føroyar vóru víðari undan dystinum sást í løtum. Serliga so líðandi. Saman við Íslandi, ið greitt vann dystin um triðja plássið í bólkinum móti Portugal.

Lutakast verður hósdagin um bólakbýti í EM-endaspælinum, sum verður í desember. Føroyar verða eftir øllum at døma styrkismettar í 3 av teimum 4 styrkisbólkinum. Harvið kunnu Føroyar enda í  Kekkia, Póllandi ella Rumenia.

Undankapping til EM 2026
6. og seinasta umfar, sunnudagin 12. apríl
Montenegro - Føroyar 31-26 (22-14)

Toppkjútti : Lív Sveinbjørsdóttir Poulsen 6 mál

Sí fleiri hagtøl her

Meira úr Montenegro seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder