Á endaveitsluni fyri talvárið 2025/2026, sum bleiv hildin í Salt í vikuskiftinum, varð Mortan Mørkøre valdur til ársins eldsál í føroyskari telving.
Vit eru glað fyri, at hini feløgini eisini hava sæð, hvussu stórt arbeiðið Mortan leggur í telvingina.
Vit hava leingi sæð, at Mortan hevur framúr góð evnir at skipa fyri. Hann er altíð klárur at hjálpa til, og er als ikki bangin fyri at taka høvuðsábyrgd, tá tað krevst.
Alt í Mortan ger, verður gjørt ósjálvsøki. Hann leggur lítið í at fáa nakað burturúr sjálvur, men gleðist um, at onnur hava eina góða og mennandi løtu. Tílík fólk eru gullverd fyri ein felagsskap.
Talvfelagið Rókur er millum virknastu talvfeløg í landinum. Uttan Mortan, hevði tað als ikki staðið so væl til í felagnum. Ótroyttuligur hevur hann skipað bæði fyri venjing fyri børnum og vaksnum. Samstundis, sum hann hevur skipað fyri fleiri kappingum seinastu árini. Hann hevur eisini verið høvuðsmotorurin til Janus Open, sum er størsta talvkapping í Føroyum nakrantíð.
Talvfelagið Rókur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald