Annað

Moss gjørdist aftur nummar eitt

Í kappingini í Funningsbotni leygardagin fór 1. plássið aftur til hundin Moss og Tummas Jacobsen.

(Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

(Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

2025-11-02 17:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin skipaði Eysturoyar Seyðahundafelag fyri FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni.

Talan er um kvalifikatiónskapping til EM í Belgia og HM í Skotlandi í 2026.

Í gjár varð kappast í klassa 3, sum er tann hægsti og mest avbjóðandi klassin í seyðahundakappingum.

20 hundar vórðu meldaðir til kappingina, sum skuldi byrja klokkan átta á morgni.

Veðrið var tó ikki gott leygarmorgunin, og avgjørt var tí at útseta kappingina ein tíma, og tá bleiv fínasta veður at hava kappingina.

Kappingina vann Tummas Jacobsen við hundinum Moss. Á øðrum plássi var Tóki Berg Mikkelsen við Irpu, og nummar trý var Anna Sofía Fjallheim við Midge.

Moss, sum er Føroya besti hundur frá kappingarárinum 2024-2025, rennur undan øllum hinum aftur í ár. Nú tvær kappingar hava verið, hevur Moss vunnið báðar kappingarnar, sum hava verið og hevur tí fult stigatal 14 stig, skrivar Seyðahundasamband Føroya.

Fýra teir bestu hundarnir sleppa til EM, og sum tað sær út nú, so fer Moss av stað við tí eina plássinum. Viðvíkjandi hinum trimum plássunum, er alt opið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder