
Beint fyri miðnátt leygarkvøldið lendi føroyska ferðalagið, sum hevur verið á oyggjaleikunum á Orkney. Troytt, útlúgvaði, men eina fantastiska uppliving ríkari.
Farnu vikuna hevur føroyska badmintonlandsliðið frá morgni til myrkurs stríðst seg til besta oyggjaleikaúrslit nakrantíð. Umstøðurnar í badmintonhøllini á Orkney vóru sera góðar. Allir dystirnir vórðu stroymdir, so at familja og onnur heima kundu fylgja við allar dagar. Eisini varð okkum fortalt, at tey, sum varða av badminton á Orkney, ongantíð áður hava sæð so nógvar áskoðarar inni í høllini.
Okkara leikarar hava allir lagt nógv fyri, at úrslitið bleiv so gott. Tey hava vant nógv og miðvíst gjøgnum longri tíð, og nú sæst hetta á øllum heiðursmerkjunum, sum vórðu vunnin.
Oyggjaleikirnir á Orkney vóru á mangan hátt søguligar fyri føroyskt badminton: Fyri fyrstu ferð eydnaðist teimum annað árið á rað at koma í finaluna í liðkappingini. Eisini var Føroyar umboðaðar í øllum finalunum í einstaklingakappingini, og vunnu allar.
Fnalan í einmansleiki hjá harrunum var sermerkt við tað, at vit fyri fyrstu ferð vunnu hana. Og aftur til hesar oyggjaleikirnar var finalan í blandaðum tvímansleiki føroysk. Tilsamans vunnu Føroyar 5 gull, 2 silvur og eina bronsu.
Farnu vikuna hava okkara badmintonleikarar spælt 23 dystir í liðkappingini og tilsamans 64 dystir í einstaklingakappingini.
Mikudagin 23. juli kl. 16.00 verður almenn móttøka fyri okkara oyggjaleikahetjum í badmintonhøllini í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald