Fótbóltur

Mourinho: Eg havi vunnið fleiri meistaraheiti enn allir hinir tilsamans

United tapti í gjár 3-0 á heimavølli fyri Tottenham, og José Mourinho var ikki blíður við pressuna eftir dystin.

José Mourinho eftir 3-0 tapið fyri Tottenham í gjárkvøldið
(Mynd: EPA)

José Mourinho eftir 3-0 tapið fyri Tottenham í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2018-08-28 11:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt skýggj av negativiteti hevur hingið yvir Manchester United í summar, og stórfelagið tapti í gjárkvøldið annan dystin á rað í Premier League, tá Tottenham fór heim aftur til London við trimum málum og trimum stigum.

Eftir dystin vótu sum vera man fleiri kritiskir spurningar mótvegis Jose Mourinho á tíðindafundinum. Portugisiski venjarin vísti á, at hansara lið hevði gott tamarhald á dystinum, men at tað bara ikki fall teirra veg. Hann vardi sítt lið, og til endans fekk hann nokk av tíðindafólkunum: 

" 3! Vit taptu 3-0 í kvøld; tað sama talið av Premier League-heitunum, sum eg havi. Tað er meira enn allir hinir 19 venjararnir í Premier League hava tilsamans. Eg havi tríggar, teir hava tvey. Virðing - vís mær virðing!"

Áleið hetta segði 55-ára gamli venjarin, meðan hann reistist, og áðrenn hann fór út. Hann vísti sostatt á, at hann eigur trý Premier League-heiti, meðan hinir 19 hava bert tvey tilsamans. Pep Guardiola hevur eitt og Manuel Pellegrini eitt; báðir vunnið í City - Pellegrini er nú venjari hjá West Ham.

Tað er týðiligt, at eitt trýst er á Mourinho og United. Nógvir United-fjepparar eru ónøgdir, og tíðindafólk og tey ið gera odds meta og vænta, at Mourinho skjótt er fortíð í Manchester United. Og alsamt fleiri søgur eru frammi um, at Zinedine Zidane skal avloysa hann.

United og Mourinho longdi samstarvið fyrr í ár, so at partarnir nú eru bundnir til 2020. Spurningurin er so, um hetta heldur.

Manchester United er í løtuni nummar 13 í Premier League eftir tvey tap og ein sigur í trimum dystum.

Manchester United  - Tottenham 0-3
0-1 50.min Harry Kane
0-2 52.min Lucas Moura
0-3 84.min Lucas Moura 



Hygg eftir tíðindafundinum frá í gjárkvøldið her: https://www.youtube.com/watch?v=T21VSxIzkPg






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder