placeholder
Fótbóltur

Munur gjørdist ov stórur

B36 megnaði tó at halda Besiktas frá tí mesta.

Innskifti Michal Przybylski spældi ein góðan dyst (Mynd: Sverri Egholm)

Innskifti Michal Przybylski spældi ein góðan dyst (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-26 21:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fullsett var í Gundadali, har 1634 fólk høvdu leita sær at stuðla teimum hvítu úr Havnini, tá B36 í kvøld tapti 0-2 móti turkiska Besiktas í Europa League. Heilt frá byrjan av sást, at munur á liðunum var stórur, og turkiska stórliðið hevði stýr á tí mesta.

Fyrri hálvleikur var nógv merktur av at Besiktas hevði tað allarmesta av bóltinum og nærum allar málmøguleikarnar. Nógv av álopsspælinum hjá Besiktas fór eftir teirra vinstru síðu, har Ryan Babel hevði ein góðan fyrra hálvleik. B36 hinvegin lá fyri tað mesta og vardi sum úlvur á skóg fyri at halda Besiktas burtur frá málinum.

Dysturin var bert 7 minuttir gamal, tá Besiktas legði seg á odda. Vinstri bakkurin hjá Besiktas, Caner Erkin leggur ein bólt fram móti B36 feltinum, har Jeremain Lens var staddur við rygginum móti málinum. Eingin B36 var nóg tætt honum, og við bringuni tók hann flott bóltin niður, sneiddi sær á, tók eitt trekk, og smekkaði bóltin í málið við heimaru stong uttan at Rói Hentze í B36 málinum fekk gjørt tað stóra. Eitt flott mál og 1-0 til Besiktas.

Besiktas økti um leiðsluna eftir 26 minuttir. Jermain Lens tók horna úr vinstru síðu, og innleggi var lágt og hart. Gokhan Gonul var meiri vakin enn hinir og rennur fram móti fremru stong og snittar flott bóltin við uttaru síðu av fótinum og í málið. Nú var 2-0 til Besiktas og hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur var meiri opin, har Besiktas ikki legði eins nógv fyri at leypa á, meðan B36 slapp oftari til skjótálop. Michal Przybylski, sum spældi sín fyrsta dyst fyri B36 eftir at hann varð leigaður úr Widzew Lodz í Póllandi spældi ein sera góðan dyst eftir at hann varð skiftur inn í seinna hálvleiki. Eftir 65 minuttir, rann  Michal eftir einum langum bólti sendur úr B36 vejruni, fekk tamarhald á bóltin, brúkti styrkina at halda Besiktas manninum burtur, og tók at renna móti málinum. Komin mitt fyri málið royndi hann seg við einum fínum skoti úr 25 metrum, men Besiktas málverjin hevði ikki stórvegis trupulleikar av skotinum.

Tveir minuttir seinni var Michal aftur uppá spæl. Ein bóltur varð sendur og aftur hesaferð nýtti Michal Przybylski ferðina. Hann rann frá tveimum Besiktas leikarum, men hevði ein í hølunum. Í brotsteiginum misti Michal Przybylski fótafestið í nærdystinum við Besiktas verjuleikaran og datt. B36 viðhaldsfólkið rópti eftir brotsspark, men dómarin vil ikki lata við seg koma.

Besiktas tók tað eitt sindur meiri róligt í sum seinni hálvleikur leið. Hetta gav B36 leikarunum eitt sindur meiri frið, og harvið eisini møguleika at dúva uppá skjótálop. Serliga var tað Michal Przybylski, sum hevði til uppgávu at jagstra tær longu sendingarnar frameftir.

Eftir 82 minuttir var B36 nær við at koma til ein stóran málmøguleika. B36 fór í skjótálop og ein flottur bóltur verður lagdur fram móti Besiktas málinum. Har kom Lukasz Cieslewicz rennandi í fullari ferð inn í brotsteigin, setti bringuna á bóltin, men bóltur fór ov langt undan honum og í føvningin hjá Besiktas málverjanum.

Meiri hendi ikki í dystinum, og Besiktas er á veg aftur til Turkalands við eini 2-0 føring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder