Fótbóltur

Myndir: EBS/Skála knógvaði KÍ

KÍ-kvinnurnar taptu í dag sín fyrsta dyst hetta kappingarárið, tá EBS/Skála vann 1-0. Sí myndir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-18 17:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kom bara eitt mál í oddadystinum millum EBS/Skála og KÍ í dag, men tað var eisini nokk. Í øllum førum var fagnaðurin hjá heimaliðnum aftaná dystin ikki til at taka feil av.

KÍ-málverjin, Óluvá Allansdóttir Joensen, fekk reytt kort í 71. minutti, og klaksvíkskvinnur spældu tí við einum leikara færri restina av dystinum.

Tað bleiv tungt í mótvindinum undir Mýruhjalla, og tá 87 minuttir vóru farnir eydnaðist heimaliðnum at fáa bóltin í netið aftanfyri avloysaran hjá Óluvu, Fanni Kata Turi. Hetta hendi eftir beinleiðis hornaspark frá Sunnvá Fagradal.

Úrslitið gjørdist 1-0 og KÍ hevur sostatt tapt sín fyrsta dyst í ár. Hetta merkir samstundis at spenningurin í oddinum økist. KÍ hevur við einum dysti fleiri enn EBS/Skála 27 stig. Felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála hevur vunnið seg upp á 23 stig, og við einum sigri afturat er bara eitt stig á muni.

EBS/Skála - KÍ 1-0 (0-0)
87’ Sunnvá Fagradal 1-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder