
Reykjavík, Ísland (Portalurin): Tað gekk ikki at koppa Íslandi í EM-undankappingini í 2023-2024. Tað endaði við tapum á ávikavist 4-5 mál.
Føroysku kvinnurnar kendu tó, at tær vóru væl við á báðum døgunum, og nøkur færri mistøk og marginalar, sum koppa hinvegin, kunnu gera mun hesaferð.
Mikukvøldið klokkan 20.30 føroyska tíð spæla Føroyar og Ísland í 1. umfari í undankappingini til EM 2026.
Uppgerðinar millum grannarar kunnu gerast ein lykil, tí Portugal, sum er styrkismett millum Føroyar og Ísland, er sterkari enn hini liðini í styrkisbólki 3.
Les eisini: Tað verður truplari at spæla okkum til EM hesaferð
Føroyska ferðalagið kom til íslendska høvuðsstaðnin tíðliga seinnapartin. Hópurin býr á gistingarhúsi rímiliga mitt í Reykjavík. Í kvøld var fyrsta venjingin á túrinum.
Vant var á heimavøllinum hjá Víkingi Reykjavík, sum hevur bæði hondbólt og fótbólt. Besta mansliðið í fótbólti er júst vorið íslendskur meistari, og har er Gunnar Vatnhamar ein av profilunum. Leirvíkingurin var tó ikki á Safamýri í kvøld - eftir flottu sigrarnar á Montenegro og Kekkia skuldi Gunnar Vatnhamar millum annað hjálpa við at fletta, sum hann greiddi frá á FM1 í gjár.
Hjá Føroyum vanui allar fult, fyriuttan Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum er darvað av stoyti í skotøkslina. Hendan fekk bakspælarin úr Horsens fríggjakvøldið, og arbeitt verður við at fáa Mariu Pálsdóttir Nólsoy tøka.
Les meira: Undan fyrsta EM-undandystinum: Ivamál um Mariu Nólsoy
Arbeitt varð mest við kontraspælinum og verjuspælinum í kvøld - Sí myndir niðanfyri, sum Sverri Egholm tók

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald