Keypmannahavn, Danmark (Portalurin): Føroyska mandslandslið hevur ongantíð áður fyireikað seg til ein dyst í seinasta umfari í einari undankapping og framhaldandi havt møguleikan at spæla seg í eitt endapæl.
Føroyingarnir fara fríggjakvøldið eftir møguleikanum í Kroatia, sum hinvegin skal royna at tryggja sær fyrst plássið í bólkinum og harvið HM-plássið. Sjálvsálitið burdi verið í lagi undan størstu uppgávuni higartil undir Eyðuni Klakstein og teimum.
Les eisini: Hava vunnið yvir helmingin av kappingardystunum seinasta árið
Farið var úr Føroyum úr morgun. Ferðalagið heldur til á Clarion-gistingarhúsinum í Kastrup fram til seint fyrrapartin týsdagin.
23 spælarar vandu á heimavøllinum hjá Fremad Amager á Sundby Idrætspark í dag Hetta er tætt við Oyrasundskollegie, og øki har nógvir føroyngar annars búgva .
Nakrir av teimum, sum spældu dyst um vikuskifti, vandu ikki fult: Harímillum Jóannes Bjartalíð (Fredrikstad), Meinhard Egilsson Olsen (Kolding) og Andrias Edmundsson (Wisla Plock) Teir flestu koyrdu tó eina fulla venjing við inntensiteti á.
Sí eisini: Andrias Edmundsson tryggjaði Plock javnleik við fyrsta Ekstraklasa-málinum
Les eisini: Gullbrandur og Poul úttiknir - Noah ikki við
Hanus Sørensen er ikki í Danmark. Hann spælir til dagliga í Slovenia, sum liggur beint við Kroatia, og harvið hittir hann landsliðsliðfelagarnir í Rijeka-økinum í morgin. Dysturin verður klokkan 19.45 fríggjakvøldið.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók á Amager, seint seinnapartin niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald