Hondbóltur

Myndir: Fyrsta føroyska venjingin í inntensu fyrireikingunum

EM-hópurin savnaður á Hálsi har ferðin var høg, og nógv smíl sóust. Venjing verður við Tjarnir í morgin, áðrenn farið verður til venjingarkapping í Noreg mikudagin.

Jana Mittún, ein av stóru føroysku profilunum, bjóðar av (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún, ein av stóru føroysku profilunum, bjóðar av (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-23 22:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hósdagin 3. desember er fráferð til Póllands, og leygarkvøldið 5. november verður fyrsti dysturin í triðja endaspælinum á rað hjá hondbóltskvinnunum.

Men áðrenn Ukraina er á skránni, skal nógv gerast. Føroyska liðið skal venja nógv í Føroyum, hevur onkrar vitjanir, og hósdagin (28/11) og leygardagin (30/11) eru fyrireikingardystir á skránni í Noreg: Golden League móti Noreg og Danmark.

Sí skránna og les meira her

EM-hópurin hevði fyrstu venjingina saman á Hálsi í kvøld. Nógv ferð var á, har sjóneykan serliga varð sett á verjuspælið í løtum.

Føroyska liðið venur aftur við Tjarnir týsdagin - klokkan 17.15 týsdagin senda vit hondbóltssendingina 7 móti 6 á beinleiðis úr høllini. Hetta á FM1.

Sí eisini: Lív Bentsdóttir Zachariasen: Dynamikkurin á liðnum er góður (Video)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder