placeholder
Fótbóltur

Myndir: HB vann 2-0 á Dungasandi

Tað var nummar fýra, sum var á vitjan hjá nummar tvey í bestu kvinnudeildini, men tað vóru gestirnir sum fóru avstað við øllum stigunum. Sí myndir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-23 18:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gestirnir fingu tvey mál tá ávikavist fimm minuttir og níggju minuttir vóru farnir og tað vóru einastu málini, sum komu í dystinum millum 07 Vestur og HB á Dungasandi seinnapartin.

Elin Maria Isaksen skoraði bæði málini.

HB vann 2-0 og er nú javnt við 07 Vestur á stigatalvuni á øðrum plássi við níggju stigum eftir fimm umfør.

Hini liðini í deildini spæla í morgin.

07 Vestur - HB 0-2 (0-2)
5' Elin Maria Isaksen 0-1
9' Elin Maria Isaksen 0-2 

TB/FCS/Royn - B36 (Sun 24. apr. 14:30)
NSÍ - KÍ (Sun 24. apr. 16:00)
EBS/Skála - Víkingur (24. apr. 18:00)

Støðan í Betri deildini

1. KÍ (12 stig)
2. HB (9 stig)*
3. 07 Vestur (9 stig)*
4. EBS/Skála (9 stig)
5. B36 (6 stig)
6. Víkingur (3 stig)
7. NSÍ (3 stig)
8. TB/FCS/Royn (0 stig)

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder