
Føroyska A-landsliðið við monnum er nú savnað í sambandi við stóru uppgávurnar móti Norðurmakedónia í vikuni. Dystirnir á Hálsi mikudagin og í Skopje sunnudagin gera av, hvørt Føroyar koma til HM-endaspælið í januar ella ikki.
Undan venjingini fyrrapartin hevði Peter Bredsdorff-Larsen eitt taktiskt upplegg við hópinum, og á hallargólvinum í Hoyvík hugsavnaðu teir seg sera nógv um verjuspæli. Millum annað var tað undirtalsverja - Norðurmakedónia nýtir ikki sjálvdan 7 ímóti 6 spælið.
Allir vandu - Pauli Jacobsen við verndarbrillum vegna skaða í nethinnuni og Teis Horn Rasmussen við masku vegna brotna nøs. Bárður Dam hevur i ár gjørt bart fyri KÍF, og kollfirðingurin var við sum eina eyka høgri vongur/høgri bakkur til venjingina.
Bundesliga-spælararnir Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum vóru upptiknar av dystum seinnapartin í gjár og vóru í gongd við at ferðst heim, meðan hinir vandu í Hoyvík. Elias og Hákun venja við klokkan 16.30 - nakað av ivamálið er framvegis um knæiðið hjá spælskiparanum heldur til 60 minuttir mikukvøldið.
Sí myndir úr Hoyvík, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri. Meira úr landsliðsleguni seinni.
-
Hoyvíkshøllin var karmur um venjingina fyrrapartin
-
Vilhelm Poulsen
-
Vilhelm Poulsen
-
Bárður Dam
-
-
Høgni Vilhelmsen, liðleiðari, Julian Johansen, hjálparvenjari, og Mark Lausen-Marcher frá HSF
-
Helgi Hildarson Hoydal
-
Pauli Jacobsen
-
Paulo Jacobsen
-
Óli Mittún
-
-
Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjari, og Pauli Jacobsen
-
Bárður Dam
-
Teis Horn Rasmussen
-
Agnar Prestá, Símun Christian Olsen, Hallur Danielsen og Ragnar Jacobsen
-
Peter Bredsdorff-Larsen
-
Pætur Mikkjalsson
-
-
-
Helgi Hildarson Hoydal
-
Tróndur Mikkelsen
-
Teis Horn Rasmussen, Bjarni í Selvindi og Vilhelm Poulsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald