Føroyska kvinnulandsliðið savnaðist mánadagin seinnapartin fyri at byrja fyrireikingarnar til HM-endaspælið savnast.
Eins og í fyrireikingunum til EM-endaspælið um somu tíð í fjør, kemur føroyski hópurin eitt sindur kring landið - tó verður tað ikki eins nógv sum í 2024.
Fyrr í dag høvdu Føroyar eina venjing í snotilgu høllini við Skúlan við Streymin.
Sí myndir niðanfyri, sum Andrei Antal tók fyri Hondbóltssamband Føroya
Fyrrapartin í morgin vitja føroysku spælararnir í Stranda skúla, har næmingarnir kunnu heilsa uppá. Sìðani vera venjing og máltíð á Skála, áðren farið verður yvirum fjørð at vitja hjá Navia. Fyritøkan og Hondbóltssambandið hava samstarvað um eina heita troyggju við hondbóltssniði.
Føroyar spæla fyrireikingardyst móti Íslandi leygarkvøldið við Tjarnir. Mánamorgunin verður kósin sett móti Trier, og mikukvøldið 26. november klokkan 19.30 verður fyrsti HM-dysturin hjá Føroyum: Móti Montenegro.
-
Lív Bentsdóttir Zachariasen
-
Jana Mittún
-
Marita Mortensen við bóltinum
-
-
Venjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, í góðum lag við Streymin
-
Marianna Geirsdóttir Eystberg er fyri fyrstu ferð í fleiri ár á landsliðnum
-
Her leggur Simon Olsen henni lag á
-
Bjarta Osberg Johansen
-
Rannvá Olsen
-
-
-
Súna Krossteig Hansen
-
Rakul Wardum
-
Gylta Djurhuus á Neystabø í málinum
-
-
-
-
-
Maria Pálsdóttir Nólsoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald