
Eftir tveir dystir í Nations League er úrtøkan 0 mál og 0 stig hjá føroyska landsliðnum. Í annaðkvøld er Litava á vitjan á Tórsvølli, og tá skulu nøkur stig á kontuna, sigur landsliðsvenjarin.
- Sum føroyskur venjari kann eg ikki hava væntanir at vit altíð skulu vinna. Kanska móti Gibraltar ella Liktenstein. Hinvegin so vilja vit altíð vinna, og vit eru ikki nøgdir við javnleik ímóti Litava, segði Håkan Ericson.
Eftir 1-0 tapið móti Luksemborg týskvøldið, har Føroyar fingu tvey reyð kort, hevur hópurin havt frí.
Leikararnir hava havt frí í eitt samdøgur, og kundu fara heim til sínu kæru fyri síðani at møta upp við fullari orku.
Håkan Ericson greiddi frá, at teir í gjár høvdu eina lætta venjing fyri at koma í gongd aftur, og í dag er taktisk venjing.
Vit vóru á Tórsvølli á middegi tá landsliðið byrjaði sína seinastu venjing undan dystinum í morgin. Føroyar-Litava verður bríkslaður í gongd kl. 17.
-
Håkan Ericson (Mynd: Sverri Egholm)
-
Gunnar Vatnhamar (Mynd: Sverri Egholm)
-
Håkan Ericson (Mynd: Sverri Egholm)
-
Klæmint Andrasson Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Jóannes Bjartalíð (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Áki Johansen, videogreinari hjá landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Håkan Ericson, høvuðsvenjari og Jón Clementsen, lækni (Mynd: Sverri Egholm)
-
Gunnar Nielsen, Kristian Joensen og Andras Gango, málmansvenjari (Mynd: Sverri Egholm)
-
Eli Hentze, hjálparvenjari (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald